Skip to main content

Heimurin hjá Harper Collins

Kathryn Kelly, Keith Moore og Anne Mahon hjá Harper Collins (Mynd: Birgir Kruse)

Í dag hittu vit teir tríggjar kortstjórarnar hjá Harper Collins, sum vit skulu samstarva við. Tey eru Kathryn Kelly, custom mapping manager, Keith Moore, kreativur tænastuleiðari, tá umræður evropa- og heimsatlas, og Anne Mahon, leiðandi ritstjóri, tá umræður atlas til skúlabrúks. Tey starvast á geografideildini hjá bókaforlagnum Harper Collins í Bishopsbridge, uttanfyri Glasgow, har fleiri bókadeildir eru, umframt goymsla og avskipingardeild. Kathryn er ættað úr Southampton, Keith úr Newcastle og Anne úr Larne í Norðurírlandi.

Inngongdin til bókaforlagið Harper Collins (Mynd: Birgir Kruse)

Kortstjórarnir hava fyrr hildið til hjá Collins inni í Glasgow býi og hjá Bartholomew í Edinburgh, har Keith býr. Nú er runnið saman millum forløgini, sum gera kort, ið verða teknaði og givin út hiðani í Bishopsbridge. Kendasta atlas er The Times Atlas of the World, sigur Keith Moore og tekur fram tey truplastu atlas, hann hevur arbeitt við. Tey eru á fremmandum málum við fremmandum stavum, ukrainskum og grikskum. Onnur sjáldsom atlas eru gjørd fyri fjarløgd lond, sum Ný Sæland, har heimsmyndin er annarleiðis enn okkara, og so á málum, har nøvn skulu gerast av nýggjum og ofta setast í klombur, sum í afrikaans, men eisini á walisiskum.



Keith Moore við ukrainskum og grikskum atlasi. Gundur við tekniborðið (Myndir: Birgir Kruse)

Keith greiðir frá um grundsjónarmið fyri navnagávu í almennum útgávum og í skúlaútgávum, sum tey nevna academic atlases og educational atlases. Keith leggur fram fyri okkum "Foreign atlas principles", sum í stuttum greiðir frá um nøvn og navnagávu í londum úti í heimi, tá tey gera atlas her í húsinum. - Hetta eiga øll at lesa, sigur Keith. Men so tekur hann fram eitt risastórt skjal, sum sigur tað sama, men fer út í hvørt einstakt land. Hesi bæði skjøl eru gjørd til academic atlases, so sum Times Concise Atlas of the World, og siga, hvussu forlagið arbeiðir við nøvnum í hesum útgávum. Hesi skjøl eru ikki gjørd til skúlaútgávurnar, sigur Keith, tí har taka vit onnur atlit, sum eru undirvísingarlig.


Keith greiðir frá um navnasavniðin og teir báðar mátarnar, tey hugsa atlas: - Our database and all of our academic atlases use the policy outlined in those documents above. However, for some educational atlases we also use conventional English forms for a selection of key features which we think the user, the student, would expect, for example the use of Rome instead of Roma for the capital city of Italy. This selection is unfortunately subjective and has been evolved over time by our cartographic editors. Sometimes the exact reason for why a name has been chosen is not easily explained, but has just evolved over years of publishing into the market. These conventional names which do not always conform to the rules laid out in the first two documents are listed in a third document Conventional names, where column B shows the local name, and column C shows the English conventional name. The atlas you are taking from us has these conventional names applied, so in your atlas you will either want to change these to a Faroese conventional name, change them back to their local name, or occasionally you may want to keep the English conventional name.

Eftir henda fyrilestur um tey bæði ymsu sløgini av atlasum, tey almennu og tey undirvísingarligu, vísir Keith okkum runt í hølunum, sum er opið skrivstovulandslag, og innar á savnið við søguligum atlasútgávum úr øllum heiminum og við ymsum vinklingum, frá bíbilsøgum til motorsúkklur.







Søguligar útgávur úr seinnu helvt av 19. øld í savninum hjá Harper Collins, gomul útgáva við Times Atlas of the World og nýggjari ferðabók, gjørd fyri Harley Davidson. Niðast eru Birgir og Keith inni í savninum (Myndir: Birgir Kruse og Gundur Mortensen)

Í ymsu deildunum í opnu skrivstovuhølunum hjá Harper Collins starvast kortstjórar við fjøltáttaðum uppgávum við ymsum endamáli. Í einum føri eru tað vegir í Kina, sum skulu dagførast í hond og í einum øðrum føri arbeiðir Craig við eini uppslagsbók, ið skal vísa møguleikar at renna marathon í sjáldsomum londum. Sjálvandi nevndi eg Føroyar, Top-Run og Tórshavnar Marathon fyri honum. Hóast hvørki sigling ella flúgving er til Stóra Bretlands, kenst tað sum um heimurin stendur opin fyri tær. Víðopin, beint oman á bretska meginlandið.





Tey tekna kort, dagføra og talgilda, hjá Harper Collins (Myndir: Birgir Kruse)