Regin, Rói, Gundur og Birgir á Abbey Road. Á mittastu myndini eru Albin og Heini eisini slopnir við. Niðast verða nøvnini skrivað á múrin við inngongdina: Gundur, Heini, Regin, Birgir, Rói og Albin. Og niðri á Baker Street er ein Beatles-handil, har japanarar selja kistch til aðrar japanarar (Myndir Heini Nygaard og Birgir Kruse)
Alt síðani The Beatles góvust at spæla og seinasta plátan kom út, er Abbey Road vorðin ein valfartsstaður, sum er mest brúkti og avmyndaði gonguteigur. Vit gingu av hotellinum í Bayswater og heilt niðan í søguligu gøtuna í St John's Wood í ein knappan tíma. Einu løtuna slapp eg at vera Lennon, Gundur er Ringo, Rói er hin berføtti Paul og Regin er hin undrandi George. Síðani taka vit ryggsekkin og fara yvir til múrin framman fyri Abbey Road Studios at skriva okkara nøvn við einum søguligum Pluss Konto penni frá Føroya Sparikassa. Tá vit fara í bussin oman í býin, steðga vit í Baker Street og støkka inn á gólvið í einum Beatles memorabilia handili, sum japanarar reka. Viðskiftafólkini tykjast eisini verða fnisandi japanarar. Tað var um Baker Street at Gerry Rafferty yrkti og sang um í samnevnda sanginum. Í farnu viku fór hann av verðini og í morgin fara vit til Glasgow, heimstaðin hjá Rafferty.