Skip to main content

Tórshavnar Marathon í altjóða bók


Craig Balfour ritstjórnar bók hjá Harper Collins um sjáldsom og avbjóðandi støð, har fólk kunnu renna marathon. Á niðaru myndini sæst eitt uppslag úr bókini (Mynd: Birgir Kruse)

Á vitjan hjá forlagnum Harper Collins í Glasgow herfyri, greiddi ungi maðurin á myndini, Craig Balfour, frá, at hann arbeiddi við einum nýggjum atlassi, sum skuldi lýsa sjáldsom støð kring allan knøttin, har fólk kundu renna marathon. Eg greiddi onum frá um Tórshavnar Marathon og vísti til heimasíðu teirra.

Tilvildarliga korridorprátið í opna skrivstovulandslagnum hevur nú borið ávøkst. Níggjunda Tórshavnar Marathon, sum Bragdið skipar fyri sunnudagin 4. september klokkan 13:00, verður tikið við í altjóða marathon bókina hjá Harper Collins.

Í brævi í dag sigur ritstjórin, Craig Balfour, soleiðis:

Thank you very much for the information on the Torshavn Marathon. I have managed to include the race in the book and the information you supplied will be of use to us. Hopefully it will help to publicize the event and who knows, you may get some more competitors taking part from around the world.

Many thanks,
Craig Balfour, editor
Harper Collins