Janus Kamban gjørdi standmyndina av springandi dronginum, sum tekur seyð til Eysturskúlan í 1980. Nú er myndin komin til heiður og æru við skúladyrnar, har Tróndur Patursson og Sankta Brendan síggjast á vegginum (Myndir: Birgir Kruse)
Drongur tekur seyð er heitið á dynamisku standmyndini hjá Janusi Kamban (1913-2009), sum higartil hevur staðið mest sum burturgoymd í einum króki, sum eingin visti av var til í Eysturskúlanum í Havn.
Har hevur hon staðið síðani skúlin bleiv vígdur í 1980. Men nú er hon flutt fram til Tórgarðsgøtu, har nógv ferðsla er morgun og kvøld. Og ikki um at tala tá næmingar og lærarar í landsins størsta skúla koma og fara og Kvøldskúlin hevur framsýning.
Eitt frálíkt tiltak, tí list skal síggjast og setast har, ið fólk eru.
29. apríl verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har júst listin í almenna rúminum er evnið. Umframt føroyingar, arkitektar og listafólk, verða útlendingar sum Lars Gemzøe og Morten Stræde við.
Eysturskúlin varð vígdur í august 1980. Skúlin varð bygdur í tveimum byggistigum. Fyrsta byggistigið, A-bygningurin, sum er ovasti parturin í skúlanum, var liðugur 18. august í 1974. Tá vóru 10 skúlastovur, og var hetta Eysturskúlin, til alt stóð liðugt í 1980. Skúlin er næstan 6.000 fermetrar. Skúlin er ikki bygdur í fleiri hæddum, men mestsum í einari hædd, og er tí vítt um at fara. Í skúlanum eru allar fakstovur. Skúlin hevur eisini svimjihyl, og hann verður nógv brúktur, bæði í skúlatíð og um kvøldið. Hylurin er sum vanligu skúlahyljarnir, 17 metrar langur. Skúlin er væl fyri til ítrótt. Ein vanlig fimleikahøll er í skúlanum og í 1993 varð skúlahøllin umbygd til ítrótt, serliga flogbólt. Høllin er so mikið høg, at hon er góðkend eftir altjóða mátum fyri flogbólt. Eisini nógvur fimleikur er í skúlahøllini, serliga rútmiskur fimleikur, sum krevur nógv rúm. Allir næmingarnir í 10.flokki í Tórshavnar kommunu eru í Nám X í Eysturskúlanum. Skúlaárið 2010/11 ganga 538 næmingar í til samans 18 flokkum og Nám X í Eysturskúlanum. Lærararnir eru 45, haraftrat eru 2 stuðlar.