Evi Tommysdóttir Djurhuus saman við Suzy Bogguss, ovast, og á niðaru myndini saman við Kathy Chiavola og Tommy Sands úr Norðurírlandi. Hann heldur fløguni hjá Evi í hondini, aftanfyri ryggin á Kathy (Myndir: Gudmundur Djurhuus)
Evi Tommysdóttir Djurhuus skrivar triðja ferðabræv úr Nashville:
Mikudagin var so tann síðsta venjingin hjá Kathy Chiavola og seinni um kvøldið hildu okur inn aftur á kenda bluegrass spælistaðin The Station Inn. Har sang og spældi Suzy Bogguss. Suzy er kend fyri at hava sera góðar og undirhaldandi live framførðslur. Vit heilsaðu uppá hana og fingu eina mynd saman aftan á konsertina. Hósdagin bjóðaði Kathy okkum at lurta eftir heimskenda fólkatónleikarinum úr Norðurírlandi, Tommy Sands. Og ikki kann sigast annað, enn at hetta var eitt stórt upplivilsi. Sangirnir hjá honum innihalda ofta eina søgu, har hann greinar lívið í tí deilda heimlandinum, har harskapur og hatur hava myndað gerðandisdagin. Framførðsla hansara var ein av teimum mest kenslubornu og minningarríku, okur hava verið við til. Okur prátaðu aftaná konsertina og hann spurdi nógv um Føroyar og føroyingar. Tommy Sands hevur eina útvarpsending, har hann ætlaði at spæla mína fløgu fyri teimum írsku lurtarunum.