Evi og Kathy í stovuni í Nashville. Kathy var á fyrstu Listastevnu Føroya og var hin fyrsta at syngja í nýggja Mentanarhúsinum í Fuglafirði (Mynd: Gudmundur Djurhuus)
Evi Tommysdóttir Djurhuus úr Porkeri, sum vit hava hoyrt syngja How’s the World Treating You saman við Pæturi við Keldu, hevur verið í Nashville og vitjað Kathy Chiavola, sum er voice-coach. Kathy var í Føroyum á Listastevnuni í 2001 og Dupultkvartettin í Ebenezer lærdi hana sangin Let the Lower Lights be Burning. Á klippinum frá YouTube niðanfyri, greiðir hon frá um sangin og hvussu hon lærdi hann:
Á YouTube syngur Kathy Chiavola sálm, sum hon lærdi í Føroyum
Eftir at hava vitjað Kathy, skrivar Evi hetta ferðabræv úr Nashville, púra uttan at eg havi blandað meg:
Fyrsta ferð mín til Nashville
Ætlanin við hesari ferð til Nashville var at fáa inspiratión og sangvenjing frá tí fantastisku Kathy Chiavola. Hon er eitt kent navn í Nashville og hevur hjálpt mongum kendum countrysangarum við sangundurvísing. Hon var á vitjan í Føroyum í 2001 saman við bluegrassorkestri, ísambandi við ein festival sum Birgir Kruse stóð fyri og tað er ígjøgnum Birgir, at eg eri komin ísamband við Kathy.
Kathy við klaverið í stovuni. Á vegginum hongur myndin á fløguni The Harvest. Til høgru og nærmast í myndini stendur Evi (Mynd: Gudmundur Djurhuus)
Okur lendu í Nashville leygardag, checkaðu inn á Country Inn and Suites, eitt sera hugnaligt hotel. Kathy hevði arrangera ein túr inn á The Station Inn, har the Boxcars spældu bluegrass av tí góða gamla slagnum, og tað var eitt satt upplivilsi at hoyra teirra musikalsku evni. Og fyri at lýsa, hvussu respekteraðir The Boxcars eru í Nashville, kann eg nevna, at eg sat undir liðini á Buddy Green, sum er kendur frá The Gaithers. Kvøldið endaði á miðnátt tí tað var ikki sørt at eg var ávirka av Jetlag.
Mín fyrsta framførsla
Sunnudagin hevði eg mína fyrstu country sangvenjing saman við Kathy. Eftir lokna venjing skipaði Kathy fyri at okur báar fóru út at syngja live við áhoyrarum. Hetta bleiv gjørt á tí kenda singer/songwriter staðnum The Listening Room. Eg var ikki sørt nervøs tí mátin tað gekk fyri seg, var at 3 artistar fóru upp á pallin í senn og sungu sínar sangir. Eg var síðst og tey sum vóru áðrenn meg vóru virkuliga góð. Og tá eg eri so óroynd í at syngja live, føldi eg meg sum Palle alene i verden. Men man plagar at siga at ein veksur við uppgávuni.
Evi syngur á The Listening Room í Nashville meðan Kathy hevur fylgispælið og sigur frá, hvaðani Evi er (Myndir: Gudmundur Djurhuus)
Eg sang For The Good Times hjá Kris Kristoffersson og var sjálv vælnøgd við úrslitið. Kathy var eisini sera glað fyri framførðsluna, og áhoyrarirnir vildu vita meira um meg og Føroyar. Okur fóru øll heim aftaná við einari góðari kenslu í sinni eftir mína fyrstu framførslu í Nashville.
Evi