Skip to main content

Mýs og Rottur í luftini


Eyðun Muller Thomsen og Vanja Vukotich eru vertir í komandi seks Mús-sendingunum, sum verða sendar mikukvøld í Kringvarpinum (Myndir: Birgir Kruse)

Komandi seks mikudagarnar fer Kringvarpið aftur at senda ungdómssendingina MÚS, sum Bárður Eklund skipar fyri. MÚS er ein tónleikasending, har ung vísa nýggjastu videoløgini úr útheiminum, men eisini úr Føroyum. Umframt samrøður við føroyskar tónleikarar, eru nasadjørv innsløg við orðalagi, sum bara ungdómurin brúkar og skilir. Sum ellismerktur útvarpsmaður kann eg ikki annað enn siga, at soleiðis eigur helst at vera.

Nú MÚS fer í luftina í nýggjum hami, bjóðaði Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, vælkomin í Norðurlandahúsinum, har ungu fólkini aftan fyri sendingina høvdu riggað til, so vit kundu fáa ein brellbita og skifta orð við tey.

Kringvarpsstjórin Annika Mittún Jacobsen greiddi eisini frá um ungdóm sum krevjandi og kræsnan málbólk og bjóðaði teimum vælkomin í Kringvarpið, sum ikki hevur havt so nogv til teirra og so slettis ikki á føroyskum. Í somáta eitt næsadjarvt nýbrot í føroyskum miðlum.

Í innbjóðingini varð sagt, at "mýsnar og rotturnar eru 100% føroyskar, hava verði kring alt landið, eisini í Klaksvík og Norðuroyggjum, og hava stórar altjóða royndir. Tær hava millum annað fingið serliga upplæring frá serfrøðingum frá bæði Danmarks Radio, Kanal 4, 5 og 6, saman við tøkningum úr Kanada og USA og saman við stórum altjóða feløgum, so sum Universal, Sony og Warner Brothers. Øll hesi hava sligið seg saman við Kringvarpi Føroya, fyri at bjóða serliga teimum ungu, júst tað, tey so leingi hava saknað. Kringvarpið metir, at rottur og mýs eru førar fyri at bíta seg fastar í áhugan hjá teimum krevjandi ungu í Føroyum."

Sjálvur havi eg sæð fyrstu sendingina, sum grafiskt er av besta slagi og hevur uppiborðið hægsta støðumet. Sama hava teir báðir vertirnir, Eyðun og Vanja. Men tá grafikkurin og vertsskapurin er so vakur og vælfrágingin, verða krøvini til innihaldið sett eins høgt. Í summum førum fer innihaldið langt út um mítt mark, hvat sømuligheit viðvíkir, tí tað er alt annað enn stovureint. Ein ungur filmkønur maður nevndi, at júst hetta at vera tilætlað fúlur er the new black og vísti til Bakaríið hjá Jákup Veyhe. Eg øtist. Men hvat - eg, sum eri javngamal við Útvarpið - eri ikki málbólkurin. So slettis ikki.

Sendingin, sum er drúgv, er sett saman á spennandi hátt og er eisini samvirkin umvegis eina heimasíðu, har atkvøðast kann um ymisk videoløg, á sama hátt sum í Fimtan Teim Bestu, men í hesum føri í sjónvarpi og teldu. Aftur her er grafikkurin framúr.

Hóast grovkornað, er spennandi at síggja avrikini hjá teim ungu og hvussu tey samskifta, hvør við annan. Nú er at halda ondini og bíða eftir ummælum. Ikki so nógv frá teim eldru, men heldur frá kjarnubrúkarum í rætta aldrinum, sum sendingarnar greitt venda sær til.

Góða eydnu!