Skip to main content

Lundin í Bakarínum


Gylti Lundin er fremsta virðisløn á altjóða filmstevnuni í Reykjavík. Árni Ólafur Ásgersson bítir í føroyska lundan í Bakarínum hjá Jákupi Veyhe í Havn. Til høgru Ottó Geir Borg, sum skrivar handrit og ráðgevur í sambandi við film. Sigga Vang úr Kringvarpinum tók myndina av atlas ritstjóranum í Bakarínum (Myndir: Sigga Vang og Birgir Kruse)

Eftir væleydnaðu sýningina við íslendskan filminum Brim í Havnar Bio mikukvøldið, bjóðaði íslendski aðalkonsulin, Albert Jónsson, til seminar um film hóskvøldið. Ørindini vóru at leggja lunnar undir eitt møguligt samstarv millum tey, sum fáast við film í Føroyum og Íslandi. Árni Ólafur Ásgersson, leikstjóri, og undirritaði fingu til uppgávu at skipa eitt samstarv millum fólk, serliga ung, sum fáast við filmsgerð í Føroyum og so íslendska filmsumhvørvið. Fyrsti trupulleiki í Føroyum er at vit hava ongan filmsgrunn ella annan stuðulsmøguleika, sum burturav stuðlar filmi og filmsgerð. Ein egin filmsgrunnur er altíð fortreytin fyri at fáa stuðul úr øðrum londum ella projektum, eisini norðurlendskum, siga íslendsku gestirnir. Leikstjórin, Árni, og handritahøvundurin Ottó Geir Borg, arbeiða við nógvum filmsætlanum samstundis, eisini fyri kappingarneytar. Hóast íslendska filmsumhvørvið er stórt í okkara eygum, halda teir ikki tað. Bert fýra-fimm spælifilmar verða gjørdir hvørt árið. Men vinnan er sett saman av øðrum virksemi eisini, til dømis at bjóða fram locations, har báðir hildu at Føroyar høvdu nógv at bjóða í somáta. Bara at fáa sjónvarpssendingina Top Gear at koyra í einum bili her, ella at fáa eina evarska lítla scenu hiðani við í ein James Bond film kann fáa stórar positivar avleiðingar fyri alla tænastu- og ferðavinnu í landinum. Hetta er vinna og mentan, hond í hond, segði Árni, sum hevur lisið film í Lodz í Pólandi. Í Føroyum er Klippfisk einasta klekingarstøðin fyri filmsgerð. Eingin landsstuðul verður veittur Klippfiski, sum tó fær fastan stuðul frá Tórshavnar kommuna. Eftir seminar og góðan døgurða hjá hugfarsliga konsulinum, bjóðaði Jákup Veyhe oman í Bakaríið í mentanargøtuni, niðast í Fransabrekkuni. Her kundu íslendsku gestirnir síggja eitt óheft føroyskt sjónvarpsstudio. Klipp, Havnar Bio og Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vóru eisini umboðað.