Onkuntíð kann mann ikki síggja baksýnið fyri tí, sum er fremst fyri. Tað kom mær til hugs í dag, eg skuldi taka eina mynd av eini lesibók, fyrsta summardag, har orðini eru sól og gás í á. Orð til byrjanarlesing sum hegnisliga eru gjørd úr tíggju bókstavum. Kundi verið stuttligt onkun dagin bert at tosa orð úr tíggju stavum. Ella færri. Tí hvat er mál í veruleikanum? Nýtist okkum so nógvar stavir? Íslendski leikstjórin, sum á heysti í 2009 setti Aftan á Undrið upp á Tjóðpallinum, helt fyri, at næsti leikurin, hann fór at arbeiða við, skuldi vera á einum máli, sum hann ikki skilti. Ingmar Bergman ger nakað tað sama í einum filmi, har persónarnir koma til ein bý, har einki, ið sagt verður, er til at skilja. Alt er svørt tala. Ikki eingang grátt í grátt, men svart í innihaldi. Tí í veruleikanum er alt myndir. Í fyrstuni var ikki orðið, men myndin. Myndin av orðinum. Tankatoskur við Canon fyrsta summardag.