Skip to main content

Føroyar sum bakteppi




Myndir úr YouTube filminum "Paradise Lost", sum er tikin í Vágunum í farnu viku

Ofta verður speirekandi sagt, at einasti leiklutur føroyingar duga, er at vera statistar, ífylluleikari, í egnum landi. Tíanverri eru nógv viðurskfiti, ið benda á tann bógvin, men undantøk eru, sleppa vit at spæla við.

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, har Jan Håfström og Knud Odde sýna fram, haldi eg vera gott dømi um hetta at sleppa at spæla við og gera mun á egnum botni.

Í framhaldi av Paradise Lost hjá Håfström, hevur Staffan Julén (f.1957) arbeitt við einum dansibólki og filmað tey í tveir, ja tveir, dagar í føroysku náttúruni. Julén er ikki hvør sum helst. Hann hevur ofta vitjað í Mykinesi og mitt í áttatiárunum gjørdi hann filmin Inughuit - folket vid jordens navel og fyri stuttum var hann í Afrika og gjørdi enn ein hugtakandi heimildarfilm My Heart of Darkness um fýra menn úr hvør sínum parti í stríðnum í Angola og Namibia 1975-1992. Í filminum flota fíggindarnir í felag ein bát við Kwando áarmunnan.

Aftur til Føroya og locations. Tí nú liggja ellivu og ein hálvur minuttur av ráfilmi hjá Staffan Julén á YouTube . Úrslitið haldi eg vera so spennandi, at eg fari at endurtaka ein gamlan tanka um at bjóða Føroyar fram sum filmsland við mest sjáldsamu locations, støðum til útiupptøkur, sum hugsast kunnu.

Veðrinum ráða vit ikki yvir, men stutt og skjótt er til øll støð í landinum og eftir fáum døgum kann ein altjóða fyritøka fáa so sjáldsamar og upprunakendar myndir í kassan, at bæði Hollywood og Bollywood kunnu fara heim og leggja seg.

Brillusølan Specsavers í Saksun

SpecSavers hava roynt seg í Saksun, har bóndin er so blindur at hann klippir hundin ístaðin fyri seyðin. Ein lýsing, sum sigur alt fyri kundan og samstundis marknaðarførir ein hvíta blett á kortinum. Eitt ókent land, sum fjart frá øllum og tó mitt fyri, kann bjóða alt. Tað sannaðu teir í BBC sendingini Top Gear eisini, tá teir í 2006 rullaðu í land av Norrønu við einum Lamborghini.


Top Gear í Føroyum við einum Lamborghini

Flestu amerikansku statir hava í eina øld ella so bjóða seg fram á henda hátt við staðbundnum fyrimunum, sum verða avtalaðir við vinnu, handilskamar og skattamyndugleikar, har ein spaki verður kallaður ein spaki og alt hevur eittans endamál: at skapa eitt tjóðareyðkenni hjá umrødda stati.

Og so hava vit eisini okkara egnu altjóða skipaskráseting sum leist at skera og branda eitt altjóð føroyskt filmstilboð eftir.

Komið higar og filmið!