Skip to main content

Prógv og bøkur í sól á Brekku


Var í Vági í veistlu hjá Peturi og Anniku Johannessen, á Brekku, nú hann hevði fingið prógv sum skipsførari, og kann fara frá tveimum strípum til tríggjar. Til lukku, Petur!



Í horninum í stovuni, framvið øllum kjøtinum, eisini úr egnum haga, fangaði eygað eina Brúðarbíbliu og eina Lívfrøðibók, Den Lille Brehm. Báðar danskar og frá eini aðrari tíð. Brúðarbíblian er úr slektini hjá Anniku. Á titulblaðnum hevur bókbindarin Herluf Arnason úr Havn skrivað eina heilsan til brúðarparið við handskrift, sum eisini hoyrir eini aðrari tíð til og neyvan sæst í okkara talgildu tíðum. Lívfrøðibókin var flott uttan. Innihaldið tyktist eitt sindur fjart og lítið pedagogiskt. Soleiðis forferst handaverk alla tíðina og gerst søga. Í hesum føri handskrift og bókainnbinding. Við okkum norðuraftur fingu vit eitt tjógv og ein bógv. Slíkt kemur væl við í summarhitanum í Havn.