Núverandi 6. b flokkur, sum í august verður 7. b flokkur, gleðir seg til nýggju bókina í kristni, Kristni 7, sum Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen úr Klaksvík hava skrivað og Gunvá Hovgaard hevur ritstjórnað. Sonur hennara, Pól Ási, gongur í flokkinum og vit bæði, Gunvá og eg, nýttu høvið at avmynda bókina í røttum høpi, eini skúlastovu, sum helst fer at brúka bókina eftir summarfrítíðina. Flokkurin heldur til í gamla skúlanum á Argjum, har bygdarásskrivsstova einaferð var fyri Tórshavnar uttanbýggjakommunu. Og skjótt fara tey niðan á Hamarin at ganga í nýggjum skúla, skúlanum á Argjahamri, meðan Kommunuskúlin fyribils flytir inn higar. Soleiðis broytist so mangt. Meðan vit savnaðust um bókina, Kristni 7, spældi Jason á gittar og øll sungu ein sang. Næmingarnir eru umframt Pól Ása og Jason: Bjarki, Bóas, Bjarni, Jónsvein, Rói, Jóhannes, Bára N, Bára B, Tordis, Rakul, Tóra og Malan. Flokslærari er Beinta Skaalum. Henda bókin er partur av heildarætlan, har nýtt tilfar skal fáast til øll stig í lærugreinini. Kristni 7, viðger kristnu skriftirnar við einum søguligum baksýni. Greitt verður frá, hvussu kristindómurin breiddi seg um lond til og við trúbótina. Og so verður eisini fremmandur átrúnaður viðgjørdur.