Skip to main content

Vit, Watson og Bláa planetin




Brigitte Bardot, ein smekkur tríkilja, við Bacalao í Havn í dag (Myndir: Birgir Kruse)

Klokkan 17 í dag kom Brigitte Bardot hjá Sea Shepherd felagsskapinum á Havnina. Paul Watson er eftir í Hetlandi, har hann skal rinda eina stóra bót. Umframt limir í felagsskapinum, Sea Shepherd, eru fólk frá sjónvarpsrásini Discovery við bátinum og í landi. Tey gera sjónvarpsrøðina Whale Wars, sum Animal Planet hevur sent sum reality show síðani 2008, við Paul Watson sum leikara og frásøgumanni, við japanskari hvalaveiðu í Suðurhøvum sum evni. Í so máta er talan um sama slag av reality sjónvarpið, sum heima hjá Ozzy Osborne og teimum. Fýra umfør, seasons, eru seld til sjónvarpsrásina. Nú savnar sjónvarpsliðið nýtt tilfar í Føroyum. Nýtt er, at eisini tey lokalu, sum Watson leggur eftir, sleppa til orðana. Ikki tí at hann vil tað, men tí at framleiðararnir Discovery hava sett sær hetta fyri.





Myndamaður frá Discovery á stevninum á bátinum, Bjarni Rubeksen á bryggjuni og Matthew Testa úr Los Angeles, sum Bjarni samstarvar við (Myndir: Birgir Kruse)


Í tí sambandi hevur fryntligi amerikanski fotografurin Matthew Testa samstarvað við Bjarna Rubeksen í juli mánað at fáa fram føroysk sjónarmið um hvalaveiðu. Hetta framúr høvið nýtti Ingi Símunarson, ið kom oman á bryggjuna á Bacalao at vísa fram eitt klistrimerki, hann hevði gjørt og sum ber áskriftina Sustainable Whaling – Burðardygg veiða.





Matthew Testa og Ingi Símunarson á bryggjuni (Myndir: Birgir Kruse)

Í samrøðu við Testa greiddi Ingi stillisliga og siðiliga frá um hví hann gjørdi hetta og hvat hann helt um Watson og felagsskap hansara. ‘Hann er einki annað enn ein pengamaskina,’ segði Ingi og vísti á, at her er einki nýtt. ‘Vit hava ført hagtøl fyri grindahval í 500 ár og her er eingin hóttan’, segði Ingi. Hetta er eitt framúr høvi at greiða frá føroyskum sjónarmiðum, sum standa í greiðari andstøðu til tey skilaleysu orð, sum Paul Watson um dagarnar hevur fylt Shetland Times við. Har hevur hann sagt at ommur og ommubørn fara í árliga ítróttartiltakið grind við saksi, og eftir at alt er saksað upp, enda deyðu hvalirnir á einum undirsjóvar kirkjugarði. Ingi helt, at umframt at hesi sjónarmið eru ósonn, so eru tey so bílig og løtt at selja úti í stóru verð, tí fólk hava einki forhold til slakt. ‘Tá er lætt hjá Watson at fáa limir og pengar,’ sigur Ingi. Eg vil hervið heita á øll, ið hava greiðar meiningar um hesi viðurskfiti at bera tey fram fyri Matthew og Bjarna.  



Løgreglan og tollvaldið umborð á Brigitte Bardot á Bacalao klokkan 17 í dag (Myndir: Birgir Kruse)