Skip to main content

Forløb, forhold, funktion og form


Tað eru donsk F-orð, ið flestu føroyingar hava leitað eftir í talgildu orðabókunum hjá Sprotanum. Tað sást, tá Sonja Ravnsfjall Kjølbro greiddi frá um netorðabøkurnar hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum, sum allir skúlar hava fingið atgongd til nú skúlaárið byrjaði. Leitingarnar á heimasíðuni hjá Sprotanum eru ikki færri enn 376.241 síðani tænastan byrjaði og allarflestu leitingar er í donsk-føroysku orðabókini hjá forlagnum.


Flestu leita í Føroyum og síðani koma Danmark, Amerika og Stórabretland. Forvitnisligu leitiúrslitini siga, at fimtan tey mest brúktu orðini hjá teim, ið leita, eru ikki føroysk, men donsk. Umframt á føroyskum fáa skúlarnir nú høvi at leita á enskum, donskum, týskum, sponskum, italskum og seinni eisini fronskum og russiskum. Netorðabøkurnar eru ítøkiligt úrslit úr samstarvi millum Sprotan, Orðabókagrunnin, Nám og Mentamálaráðið. - Hetta er lyklin til framtíðar orðabókgerð, siga tey fýra undangongufólkini á myndini niðanfyri. Tey eru Magnus Tausen, stjóri í Námi, Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, Sigmund Poulsen, formaður í Orðabókagrunninum og Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum.