Fríggjadagin var fernisering í Galerie Focus hjá Amariel Norðoy í Lambagerði 1 í Havn, har Archie Black (f.1956) úr Klaksvík sýnir fram eina røð av pastellmyndum á akvarellpappíri, ið allar hava Hanus G. Johansen sum myndaevni.
“Hanus” er einfalda heitið á framsýningini. Høvuðspersónurin, ella myndaevnið, sang og spældi gittar undir ferniseringini í kjallarinum hjá Amariel.
Archibald Black, til vinstru, er bygningssnikkari, tónleikari, sjálvlærdur listamálari og ikki minst bóndi. Síðani 1994 hevur hann undirvíst í málningalist í Kvøldskúlanum í Klaksvík.
“Tá Hanus spurdi meg um eg kundi sniðgeva fløguhúsan til Hørpuspælaran, fekk eg hugskotið um at gera eina framsýning, har myndaevnið er Hanus. Og Hanus hevur jú eina heilt serliga útstráling, ja, eg vil siga karisma,” sigur Archie í samrøðu við Gunnar Nolsøe, sum eisini var til fernisering.
Framsýningin “Hanus” er opin til 2. november 2011, týsdag til fríggjadag kl 15:00 til 18:00, leygardag kl 16:00 til 18:00. Og kanska lukkast at sleppa innar í málningaverkstaðin hjá Amariel sjálvum. Tað er ikki óinteressant. Serliga tá hann tendrar steroanleggið og fer at spæla blues. Vit lata bluesmyndin standa eina løtu og anga...