Nú bert fáir yrkadagar eru eftir til valið, verður tosað við stórum stavum og ikki smærri myndum. Í morgun er tað Annika Olsen, valevni hjá Fólkaflokkinum, ið er mest sjónliga myndin í almenna rúminum í Havn. Størst er hon á vegginum í Lagahúsunum, við Quillingsgarð. Strategiskt væl fyri, tí her er ein natúrligur trongi hjá bilum sum onga aðrastaðni í Havn.
Longur uppi í býnum, undir Pisuvarða, hevur ein húsaeigari gjørt greitt, hvønn politiskan lit hann og hús hansara fara at velja. Listi E fyllir alt hornið í matchandi húsalitum.
Ímeðan dettur dagur av degi, gráur í grátt, til brátt lýsir í eystri - leygardagin. Út á kvøldið munnu tey flestu av teim 169 valevnunum fáa eina ábending um, hvønn stakkin tey tá skulu fara í, eitt leygarkvøld í Havn, Haloween ella ikki.