Skip to main content

Kvøld í Havn


Ljósini eru tendraði í Gundadali og úti á vágni liggur eitt risastórt jólatræ, eitt gasstangaskip frá Maersk við føroyskum yvirmonnum. Ein vika er til valið og gassið er um at fáa fastatøkur á fólki, ið vilja á ting. Var í miðbýnum og keypti pitsa frá Mouldi og varnaðist valplakatir í myrkri. Á húsinum hjá Toru Tourist, har Nielsen barberurin var fyrr og síðan kioskin Bros, er eitt størt segl frá Framsókn. Tekur seg væl út, sum alt annað hjá tí flokkinum. Í hvussu er tað, sum er á prenti.


Hinumegin Steinatún er reyða Náttaravnskioskin tagla til við plakatum, skrøddum og heilum, um diskotek og møti og nú eisini um politikk. Trý úr Tjóðveldi, Marin Katrina Frýdal, Margreta Nónklett og Ingi Sørensen, hava sett seg á veggin, ið útflíggjar brennandi kjerligheit. Øll hesi uppsløg tala teirra egna skrædda grafitti mál, sum í neonnáttini angar so deiliga av forfalli.


Og so uppdagaði eg sanna endamálið við hvíta plássinum á húsavegginum við vegkrossin Jóanesar Paturssonar gøtu og Tróndargøtu. Tað er als ikki eitt bílagt pláss til eina komandi valplakat, nei hetta er eitt hvítt lørift, sum í myrkri er upplýst av einum projektøri, ið lýsir fyri Anniku Olsen, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin. Einfalt og effektivt, í hvussu er í myrkri.