Skip to main content

Málmmøði


"Hesi koma á ting", sigur Sosialurin. Men er tað nú vist? Eru nóg nógv spurd og er kanningin eftirfarandi? Hava spyrjararnir blandað nøvnini Stenberg og Steinberg? Nei, eg veit ikki. Mangur leikur er í longum talvi og ivin er stórur. Men eg eigi eitt valkort. Høgni Djurhuus eigur eisini eitt, men hevur ongantíð brúkt tað. Seinast vóru tey 10,7%, ella 3723 vaksin fólk, sum ikki brúktu valrættin, sigur hann í eini góðari klummu í sama blaði. Veit, at Høgni rammar óbrúktu valkortini inn og setur tey á veggin í gongini. Tað havi eg ongantíð gjørt. Fyri ein nýggjan flokk, ið roynir at koma upp um sperrumarkið, má hetta vera bæði hugstoytt og hugvekjandi. Tí hvat er ein atkvøða? Hvønn mun ger hon? Og hinvegin: hvat er ein flokkur? Hvønn mun ger hann, flokkurin? Hann melur av ymsum ættum í dag. Flokkurin, sum eg í fleiri førum havi valt, hevur verið uttan ávirkan í so langa tíð, at bæði flokkur og veljari eru rakt av metalmøði, metallúgvan - málmmøði. Men eg má taka meg saman og útinna mína borgarligu skyldu, so sum løgmaður hevur mælt til. Í dag. Og so knarra í fýra ár um laka úrslitið. Men tað eru treytirnar fyri fólkaræði. Ikki er tað lætt.