Hesin teldupostur kom í morgun: Mín teldupostadressa er millum fimm hepnar, sum fáa £350.000, tað er 3 milliónir krónur. Tað sigur Mr John Anderson vegna alt stýrið í Shell Petroleum í London, svart uppá hvítt. Ikki smávegis. Eg fari beint at skriva nýggjan ynskilista til jólamannin. Men bíða nú, eg skal fyrst senda harra Anderson nakrar upplýsingar og opna hansara viðfestu gávu. Nei, eg bíði til jólaaftan at lata upp gávur. Eisini tær frá Shell, sum helst koma frá Hell.