Í dag sat eg í O rekkju, tí tað var útselt alla aðrastaðni í biografinum í Lubeck. Fremsta rekkja í gamla Havnar Bio kallaðist O. Nú er hon vekk. Men fyrr kundi meir enn so henda seg, at O rekkja var hin einasta, ið var tøk, fremst fyri, beint undir løriftinum. Soleiðis var í dag. So nógv fólk ganga í biograf í Lübeck, at í dag var bara pláss í hesi rekkju. King of Devil's Island stendur á billettini, tað er norski filmurin Kongen av Bastøy.
Ein yvirskrift fyri filmsskránna í Lübeck kundi verið "The Trouble wih Men". Mannfólkatrupulleikar. Frá stuttfilminum hjá Sakarisi Stórá Passasjeren, sum á poetiskan hátt lýsir beiskleika millum faðir og son, til Silent Light hjá Anton Petersen, ið er ein kærleikssøga á føroyskum Tarkovsky máli, umvegis íslendska spælifilmin Volcano hjá Rúnari Rúnarsson og hin norska Kongen av Bastøy hjá Marius Holst. Allir filmar handla um menn og teirra manglandi eginleika at tillaga seg samfelag, tilveru og serliga hitt kynið. Men besti filmur varð Kongen av Bastøy. Ein feel bad filmur um eitt fangahús í Oslofjørðinum, ikki ólíkur Ondskan (Jan Troell 2003) har dreingir, ið hava gjørt okkurt smávegis skeivt, verða sendir uttan at nakar spyr ella vitjar. Árið er 1915. Ein so sterkur skammblettur í norskari søgu at filmurin vinnur bæði áskoðaravirðislønina, sum 5.000 evrur fylgja við, og spælifilmsvirðislønina, sum 12.500 evrur fylgja við. Dómsnevndin sigur; "Ein fessendes kinoerlebnis von grosser erzählerischer wucht". Omanfyri síggjast leikstjórin Marius Holst til høgru og høvuðsleikarin Benjamin Helstad til vinstru og einsamallur á niðaru myndini.
Heiðrikur av Heygum er uttanfyri biografin, CineStar Filmpalast, har Sigarett og hinir føroysku filmarnir verða vístir og móttøka er aftaná.
Heiðrikur og Sakarias standa klárir at greiða frá teirra filmum, Sigarett og Passasjeren. Tað er útselt til sýningina, umleið 200 fólk, sum flest øll eru ógvuliga áhugað.
Føroysku filmsýningarnar byrja og fyrstur er Sakarias Stórá at greiða frá í samrøðu við Erhard Bultze, moderator, sum er undirhaldandi, men roksar nóg so illa.
Eftir filmin hjá Anton Petersen, Silent Light, verða tveir av fimm stuttfilmum hjá Katrin Ottarsdóttir og dóttrini Hildigunn sýndir. Linde Frölich, listarligur leiðari, stendur fyri samrøðuni.
Næsta filmsýning er við Ullu Bøje Rasmussen, sum sýnir heimildarfilmin Thor's Saga um ríku íslendsku slektina, mitt í íslendsku kreppuni.
Eftir sýningarnar savnast fólk í kaffistovuni. Jan Berg Jørgensen og Heiðrikur á Heygum tosa við Jan Erik Holst leiðara frá Norsk Filminstitutt.
Uwe Penckert frá Filmverband Sachsen í Dresden vil hava allar teir føroysku stuttfilmarnar til eina filmstevnu, sum hann skipar fyri um 14 dagar. Her grør um gangandi fót, tað er so vist og satt.
Aftaná bjóðar Niels Halm kaffi og køku hjá Niederegger og teimum á høvuðsgøtuni í miðbýnum. Í morgin koyra vit heim.