Skip to main content

Heimferð


So er heimferð úr Lübeck, hansastaðnum við teim mongu norðurlendsku filmunum. Birna Jacobsen er avmyndað í Kastrup, haðani vit ætlaðu at flúgva heim í dag, men kanska sleppa í morgin. Fyri Norðurlandahúsið hevur Birna við kønari hond samskipað ferðina til Lübeck, filmssýningarnar og móttøkuna har. Alt til UG. Og besta er, at í hesum hugnaliga norðurtýska býi eru so ovurhonds nógv fólk, sum vísa ein ektaðan áhuga í føroyskum og norðurlendskum viðurskiftunum. Her er av sonnum eitt dedikerað publikum. Um 150 filmsýningar eru, 54 spælifilmar og 18 stuttfilmar, sum kappast um virðislønir. Umframt eru aðrir filmar, gamlir ella nýggir, til dømis ein týskur filmur har ein rúgva av blindum fólki møttu. Um 600 filmfaklig fólk eru við á hvørjum ári, eins og 200 miðlafólk, t.d. Kulturnyt frá Danmarks Radio, sum hevði samrøðu við okkum. Sæð í mun til stóru bókamessuna í Frankfurt er filmfestivalurin í Lübeck nógv greiðari og lættari at gera seg galdandi á. Men í báðum førum krevst, at føroyingar, eins og onnur, hava nakað at koma við. Lukkutíð eydnaðist tað væl í ár. Góðir stuttfilmar og góð faklig og persónlig sambond. Føroyskur stuttfilmur stendur í góðum ljósi.