Skip to main content

Leap Day, Tampardagur


Í dag er Leap Day í enskt talandi heiminum. Okkara Leypársmessa var fríggjadagin 24. februar. Dagurin verður settur inn, tá skotár, ella leypár er. Tey, ið tosa so eksklusivt mál sum føroyskt, hava oftast nógv orð at velja í og smakka uppá, tá eitt og sama fyribrigdi skal lýsast. Tað er nokkso stuttligt hjá lærarum, sum eiga minst tveir reyðar pennar. Í so máta er tað bara Facebook, sum er lærarareyðpennafrítt rúm.

Leypársmessa er bara leypár. Sagt verður í álmanakkanum, at lomvigin kemur at landi á pálsmessu, sum er 25. januar, og í bergið á leypársmessu. Dagurin í dag, Leap Day, verður eisini kallaður tampardagur. Frálíka netjaða, ella álinju, orðabókin hjá Sprotanum, sigur hesi ensku orð um føroyska tampardag:

(sø.) Ember day (originally a Catholic fast day at the beginning of each quarter of the year); sum ~ er (til veðurlag), verður tann ársfjórðingurin the way the weather is on Ember day, the way is it going to be the following three months

Tampardagur er fýra ferðir hvørt ár. Í ár, leyp- og skotárið 2012, eru tampardagarnir sambært kalendaranum hjá Nema, sum sæst omanfyri, í dag, 29. februar, 30. mai, 19. september og 19. desember. Um upprunan til heitið tampardagur verður gitt, at tað stavar úr latíni, tá katólska kirkjan, ella pávin, ráddi, jejunia quattuor temporum, sum sipar til fýra føstudagar, ein í hvørjum ársfjórðingi, ella kvartali.

Sambært Guinness Book of Records er ein familja, ella húski, í øllum heiminum, verðini, sum kann breggja sær av at hava føðingardag á hesum degi í tríggjar øldir. Tað er írska familjan Keogh.
Upplýst verður eisini at ein Peter Anthony var føddur í Írlandi 29. februar 1940, meðan sonurin, Peter Eric, var føddur í dag, Leap Day, í Stórabretlandi í 1964. Dóttur hansara, Bethany Wealth, var fødd í Stórabretlandi, UK, 29. Februar 1996. Einki verður sagt um keisaraskurð ella natúrliga føðing.

Ein norsk familja, Henriksen, sum býr á staðnum, har harra Sinklar steig fótin á land, í Andesnes, hevur met í at eiga børn henda dag. Mamman, móðurin og upphavið, Karin, hevur sett trý børn í verðina henda dag: Heidi í 1960, Olav í 1964 og Leif-Martin í 1968.

Í enskt talandi heiminum eru fleiri siðir henda dag, m.a. at taka ring uppá, trúlova ella forlova seg. Grikkar siga hinvegin at tað førir allar ólukkur við sær at giftast henda dag og yvirhøvur í einum skotári. Skotár javnmeta skotar, skottar, Leap Day við fríggjadagar, sum eru trettanda dag í mánaðinum.