Enska orðið graffiti verður í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum endirgivið sum "tekningar, rakstrarróp og ymist krutl á útveggi." Í Havn hevur ein ónevndur krutlari í mong ár hertikið almenna rúmið við skoynum og stavum, sum í almannaeygum geva lítla meining og heldur eru at meta sum herverk. Helst vóru fyrstu avrikini at síggja við gomlu Útvarpsdyrnar á Bryggjubakka, har krutlarin enn vendir aftur við rímum og torskildum illsinnisglepsum.
Á summum veggum hevur húseigarin roynt at vaska krutlið burtur, men illa gongst at halda veggin reinan. Seinni er ónevnda krutlið flutt niðan í nýggju Útvarpshúsinum í Sortudíki og ikki minst til dyrnar í Norðurlandahúsinum dygst við. Oman eftur Hoydalsvegnum sæst krutluta farleiðin stinga seg upp í eygnahædd við grefligum stavum á gula vegginum í Askhams smiðju.
Men ikki er alt bert herverk hjá ónevnda krutlaranum í Havn. Í summum førum, sum á kjallarahurðini í Mimi í Sjúrðargøtu, har bragdar. Har er ein ávísur stílur at hóma, helst við støði og stevi í einum Beatlessangi, Nowhere Man. Her gerst Havnargrafitti autentisk, livandi og ikki sørt hugtakandi.
Men niðast á Áarvegnum, í Lagahúsunum, omanfyri Kafe Natúr, har er eitt spildurnýtt uppslag, sum ikki er ónevnt, sett í gluggarnar. Áskriftin er tikin úr bíbilska Prædikaranum 7,7: "Óreiðiligur vinningur ger hin vísa til dára, og mutur spillir hjartað." Orðini eru stílað til Páll á Reynatúgvu og avsendarin kallar seg Anfinn. Vit lata almennu boðini standa eina løtu.