Skip to main content

Íslendingar í Hollywood


Í kvøld var frumsýning í Havnar Bio av filminum Contraband, Smuglaravørur. Sýningin var í lítla salinum og bert heilt fá fólk vóru møtt. Synd er at siga at mentanarligar upplivingar í høvuðsstaðnum verða marknaðarførdar nær námindi so effektivt, sum undirhaldið í hesum filmi er.


Tað var ein viðmerking frá Bjarka Thomsen á Facebook, sum fekk meg at varnast filmin og at hetta er amerikanskt re-make av íslendska filminum Reykjavik-Rotterdam (2008), sum Óskar Jónasson gjørdi við Baltasari Kormáki í høvuðsleiklutinum eftir søgu hjá krimiskaldinum Arnaldi Indriðason, sum eg avmyndaði í blá sofuni á bókamessu í Frankfurt í heyst.




Leikstjóri í amerikanska filminum, sum er tikin í New Orleans og Panama, er sami høvuðsleikarin, Baltasar Kormákur, sum eisini leikstjórnaði Reykjavik 101 (2000), Mýrin (2006) og hin yndisliga Brúðguminn (2008)



Og hann kemur væl frá uppgávuni. Hetta er ein vælsmurd og effektiv nøtrisøga, við sannførandi locations í swamp blues lendi har suðuri í USA, har loyndarfull skip sigla út og inn, og serliga spennandi er myndaarbeiði við kameraføring, sum í minsta lagi kann kallast flashy. Allir leiklutir eru sannførandi og søgan endar í øllum góðum, so sum amerikanski biografgangarin vil hava tað. Tú ert væl undirhildin, tá filmurin er liðugur. Eg skal viðmæla øllum filmshugaðum at síggja hetta spennandi undirhaldsíslendska avrik í Hollywood.