Í hvassari sól og við nýpussaðum gummistivlum í baksýni, tók eg í morgun eina mynd av nýteknaða Føroyakortinum, sum sæst á fartelefonini omanfyri. Bara eitt evarska brot.
Orsøkin er at í góðveðrinum er starvsfólkaútferð út í Koltur, har Bjørn Patursson og Hans Wilhelm Lutzen fara at vísa oynna fram og greiða frá um býlingar og kanska eisini UNESCO, sum nú hevur sett oynna á altjóða breddan.
Mentamálaráðið hevur valt eina føroyska UNESCO tjóðarnevnd, har okkara starvsfelagi Sólvá Jónsdóttir er við. Hon skal umboða økið útbúgving í nevndini. Norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar høvdu fund í Føroyum í gjár og fyrradagin. Fundurin var sera áhugaverdur, sigur Sólvá, men leggur afturat at tað var torført at fylga við, eftirsum uppgávan er so nýggj. Fokus sum heild lá á Afrika og kynsbýti, sigur Sólvá, men yvirhøvur handlaði alt um at avmarka ynskini og tiltøkini, fyri at fáa tey somikið munadyggari.
Veðurkortið hjá Theyr boðar frá einum góðum degi.