Aftur í ár verða føroyskar bøkur sendar út í heim. Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í Bókadeild Føroya Lærarafelags í Pedda við Steingøtu í morgun. Føroysk luttøka verður eins og undanfarin ár á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt í oktober, men eisini á norðurlendsku bókamessuni, sum Bertil Falk stendur fyri í Göteborg í september. Niðanfyri sæst hann í práti við íslendska rithøvundan Einar Kárasson, til høgru, á føroyska básinum á bókamessuni í Frankfurt í fjør.
Niðanfyri sæst Carl Johan Jensen undir keppi á føroyska básinum á altjóða bókamessuni í Frankfurt í fjør. Hann tosar við John H. Broadbent og Lindu T. Stubbs frá Library of Congress í Washington. Tey savna eintøk av nýggjum føroyskum upprunabókum til teirra bókasavn.
Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám hava tikið fyrstu stigini í aktuellu fyrireikingini, og Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hava í ár gjørt av at seta pening og orku av til messurnar báðar. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, greiddi frá ætlanini at senda føroyskar bøkur út í heim. Við hansara lið eru Martin Næs og Guðrun Gaard.
Í nógv ár hava føroysk forløg verið á árligu bókamessuni í Frankfurt. Hetta er heimsins størsta bókamessa, har rættindi verða keypt og seld. Umframt at gera føroyska bókaútgávu sjónliga hevur luturin hjá føroysku forløgunum serliga verið at keypa rættindi til handrit og at fáa samstarv við útlendsk forløg, bæði á skúlabókaøkinum og til útgávur til børn og ung. Hetta er neyðugur partur av forlagsvirkseminum, um tú skalt fylgja við og lofta tí, sum er uppi í tíðini.
Á bókamessuni í 2011 var Ísland heiðursland, guest of honour. Í tí sambandinum bjóðaðu íslendingar Føroyum at fáa lut í hesum serliga átaki. Mentamálaráðið tók av og stuðlaði á fyrsta sinni beinleiðis føroyskari umboðan á altjóða bókamessu. Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið saman við forløgunum gjørdu av at gera serliga nógv burturúr. Talan var um munandi størri bás og fleiri fólk úr Føroyum umboðandi forløg, høvundar og onnur. Ongantíð hevur so nógv fokus verið á føroyska bókaútgávu í Frankfurt, og nógv fleiri gestir vóru og vitjaðu føroyska básin. Á nógvum økjum var talan um stórt frambrot, men eftirmetingin hevur eisini víst, at arbeiðið at fáa føroyska bókaútgávu út á altjóða marknaðin má verða skipað enn betur, so tað verður miðvíst og varandi.
- Ein niðurstøða í eftirmetingunum er, at ein bókmentaligur samskipari má verða settur, sum kann vera við í fyrireikingunum, fáa samband við útlendskar forleggjarar og forløg, kann fáa møguligar avtalur upp á pláss og fylgja arbeiðinum upp. Tí er tað eitt stórt frambrot, at bókmentaligur samskipari er settur og ikki minst spennandi møguleiki fyri føroysk forløg og høvundar, segði Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelag.
- Tað er drúgt og krevjandi og grundað á álit at fáa avtalur í lag við útlendsk útgávuforløg. Tí eru vit sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at gera avtalu við Jenny Johannessen um hesa verkætlan. Jenny er 29 ára gomul, fødd og uppvaksin heima á Sandi. Hon hevur eina BA í bókmentafrøði og hevur júst lagt síðstu hond á KA-ritgerð í bókmentafrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn. Í sínari útbúgving, eins væl og teimum størvum, sum hon hevur røkt í lestrartíðini, hevur hon lagt seg eftir at breiða hugsanir út um mentanartiltøk og bókmentaheimin til almennar og privatar fyritøkur eins væl og almenningin.
Jenny hevur eisini arbeitt á einum donskum sjálvsútgevaraforlagi, har hon stóð fyri uttaneftir samskifti forlagsins, eitt nú við sosialum miðlum, og hon hevur gjørt kunningarátøk um e-bøkur fyri sjálvsútgevarar. Tá fekk hon eisini møguleika at samskipa básin til Forum-bókamessuna í 2010 og 2011 og greiddi frá virkseminum og røkti sambandið við áhuga. Í fyrstu syftu er talan um verkætlan, sum er galdandi hetta árið.
Heldur enn at leggja alla orkuna í bókamessuna í Frankfurt í oktober er gjørt av, at í 2012 verður føroysk umboðan á tveimum bókamessum, bæði Göteborg og Frankfurt.
Í ár er serligt fokus í Göteborg á norðurlendskar bókmentir, og tann messan er í nógv størri mun enn Frankfurt ein messa fyri øll bókmentaáhugað og ikki bara forlagsfólk. Messudagarnar eru nógv seminar, og føroyskir høvundar og forlagsfólk eru umboðað í fleiri tiltøkum. Carl Jóhan Jensen og Marjun Syderbø Kjelnes eru longu á almenna listanum yvir talarar og luttakarar á bókamessuni í Göteborg. Hanus Kamban var á bókamessuni í Frankfurt í fjør. Eisini verða føroyskar bókmentir sýndar fram í føroyskum bási, eins og føroyingar eru umboðaðir í “rights centre”, har rættindi verða keypt og seld.
Fyri at fáa hetta at bera til fíggjarliga verður føroyski básurin minni í Frankfurt í mun til í fjør, og har verður dentur lagdur á fundir við umboð fyri útlendsk forløg. Norðurlandahúsið saman við Bókamiðsøluni stendur fyri at samskipa messuluttøkuna. Birna Jakobsen í Norðurlandahúsinum, sum sæst við kaffikrússi á myndini omanfyri, fer at standa fyri tí praktiska. Tað dugir hon til ug. Tað upplivdi eg á filmstevnu í Lübeck í november í fjør. Á myndini niðanfyri eru Carl Johan Jensen, rithøvundur, og Magnus Tausen, stjóri í Námi, farnir út á svalan í umbygdu húsunum hjá Føroya Lærarafelag. Tað var Magnus sjálvur, sum tá var formaður í Lærarafelagnum, ið fór undir umbyggingina, sum er framúr væleydnað.
- Endamálið við hesum átaki er sjálvandi at breiða út kunnleika um føroyskar bókmentir, siga fyrireikararnir. Í fjør varð skipað fyri at velja út 10 verk at umboða nýggjar føroyskar bókmentir. Brot úr hesum verkum og høvundalýsingar vórðu týdd til enskt og týskt. Hetta tilfar verður grundarlagið undir føroysku umboðanini aftur í ár, umframt at mett verður um, hvørt nøkur handrit skulu leggjast afturat. Á henda hátt verður møguligt miðvíst og støðugt at byggja út tilfar og økja um kunnleikan til føroyskar bókmentir, og vónin er, at hesi fyrstu árini við samskipaðari føroyskari luttøku fara at bera ávøkstur, sum fer at vísa seg aftur í komandi tíðum til gagns fyri føroyska bókmentaheimin.
Fleiri miðlar og miðalfólk vóru møtt til framløguna. Eisini nývalda forkvinnan í Rithøvundafelagnum, Helle Thede Johansen, sum tosar við Hanus á myndini niðanfyri. Umframt kaffi, køkur og eitt summarsligt útsýni yvir grøna grannalagið, býin og fjørðin, fingu øll eitt gott prát og góðar myndir. Nýggju hølini hjá Føroya Lærarafelag eru ein perla mitt í Havnini. Tá tú fert inn, er tað sum at trína út, mitt í grøna summarið.
Birna Jakobsen, sum niðanfyri er avmyndað í Kastrup í november í fjør, tá filmsstevna var í Lübeck, har fleiri føroyskir stuttfilmar vórðu vístir, upplýsir longu nú um føroysku luttøkuna á bókamessunum í Göteborg og Frankfurt.
Birna, sum er samskipari í Norðurlandahúsinum, upplýsir at á bókamessuni í Göteborg, 27.-30. september 2012, verður føroyskur básur, har bókmentir verða sýndar fram, og søla av upprunaføroyskum bókum og føroyskum bókum, sum eru týddar til danskt. Rithøvundar signera á básinum. Seminar verður við yrkingaupplestri, sum er fyriskipaður av bókamessuni, har Carl Jóhan Jensen og Tóroddur Poulsen eru við. Eisini verður seminar í 45 min. um støðuna hjá barnabókini í útnorði. Tiltakið er fyriskipað av bókamessuni við heitinum: Vad läser barn på Grönland, Färöarna och Island. Marjun Syderbø Kjælnes, Gerður Kristný úr Íslandi, Julie Edel Hardenberg úr Grønlandi og Niels Jákup Thomsen eru á palli saman við Siri Reuterstrand. Upplestur verður á norðurlendska básinum, har fyribils nøvn eru Hanus Kamban, Oddvør Johansen og Jógvan Isaksen. Á sonevnda "rights centre" eru føroyingar umboðaðir, har rættindi verða keypt og seld.
Omanfyri er ein partur av føroysku luttakarunum avmyndaðir undir føroyska skeltinum á bókamessuni í Frankfurt í fjør. Á bókamessuni, sum verður í Frankfurt í døgunum 10.-14. oktober 2012, verður aftur føroyskur básur við framsýning av føroyskum bókum, almennari móttøku, føroyskum bókmentaligum samskipara, sum hevur fundir allar dagarnar við útlendsk forlagsfólk, og so vera eisini føroysk forlagsumboð á fundum allar dagarnar og verða kunnað um nýggjar bókmentir. At enda seti eg inn eina grein úr Vikuskiftis Sosialinum fyri ellivu árum síðani. Tað er frá tí høvundanum, at eg havi tikið yvirskriftina. Við loyvi.