Skip to main content

Vencil hin ellinti endiliga komin



Brandur Patursson hevur gjørt Vencilpermuna í Steinprenti


Frá Vencili: Tíðin er løgin. Onkuntíð kann tíðin tykjast at aka sum snigil í hálku, aðrar tíðir kann hon renna sum hara í undanvindi. Tey, ið hava bíða eftir, at tíðin skuldi koma, tá ið Vencil hin 11. kom út, hava ikki bíðað til fánýtis. Nú er hann her.

Í Vencli 11 eru eins og í hinum Venclunum, ið undanfarnir eru, nógvir spennandi tekstir, bæði á bundnum og óbundnum máli. Ein trivalig teggja av yrkingum úr stóru verð og úr heimligu Føroyum. Við eru William Wordsworth, Federico García Lorca, Gunnar Ekelöf, Rudyard Kipling, Vagnur Streymoy og Marjun Syderbø Kjelnæs.

Ein góður bulur av stuttsøgum úr Íslandi, Føroyum og Amerika er við. Tvær søgur eru eftir Gyrðiri Eliasson, ið vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Ein søga er eftir Edgar Allan Poe, og debutanturin hesa ferð eitur Høgni Miné.

Sum nakað serligt, er ein blokkur aftast í Vencli við yrkingum, ið vórðu skrivaðar, tá ið ræðuleikarnir tann 22.07.11 hendu í Oslo og á Utøya. Nú Breivik mestsum er allastaðni í tíðindaverðini, hevur tað stóran týdning, at vit minnast og aldri gloyma slíkar ræðulleikar. Yrkingarnar hava Pia Tafdrup, Agnar Artúvertin, Oddfríður Marni Rasmussen, Halldóara Dam, Sólrún Michelsen, Frits Johannesen, Alexandur Kristiansen, Sissal Kampmann og Katrin Reinert skrivað.

Permuna á Vencli 11. hevur Brandur Patursson gjørt eftir øllum yrkingunum, sum eru skrivaðar til bumbubrestin í Oslo og hópmorðið á Utøya.

Tá ið Jens Stoltenberg var og vitjaði okkum, fekk hann eitt eintak av Vencli og eitt prent av permuni.

Perman er prentað á grafiska verkstaðnum, Steinprenti.