Í samband við Mentanarnáttina í Havn lata Føroysk Myndlistafólk upp Várframsýningina 2012 í Listasavni Føroya seinrapartin í morgin. Framsýningin, sum er ósensurerað, hevur fingið heitið Summargluggin.
Sekstan listafólk sýna fram tilsamans 61 verk, sum eru sera ymisk, tað veri seg í tøkni, tilfari, evni og vavi. Listafólkini, sum øll eru limir í felagnum, hava hongt verkin upp í Listaskálanum saman við Kára Svensson, Jónu Rasmussen og Jórun Dánialsdóttir. Á myndini omanfyri síggjast Kári og Ingi Joensen gera klárt til framsýningina.
Formaður í Myndlistafelagnum er Ole Wich, omanfyri, sum í løtuni er í listaørindum í Uleåborg í Finnlandi. Umframt hann eru nevndarlimirnir Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen og Vígdis Petersen.
Og kanska er tað gott at Ole er burturstaddur. Men hinvegin vil eg siga, at hann hevur snýtt okkum fyri eina sjáldsama uppliving í listarligari friðartíð. Tað er at møta Tróndi, ikki bara í listini, men í kjøti og blóði í Listaskálanum beint nú Mentanarnáttin er.
Orsøkin er parafrasan TrondurNegativ, har Ole Wich ikki bara stígur út í Bládýpið hjá Tróndi, men hevur funnið og keypt restir av uppskornu bingjuni á Skipasmiðjuni, flutt tær inn í verkstovuna á Saltsøluni, stroytt eitt sindur av Ibizasalti í nýgrødda listasárið og latið hana standa upp av ný, eins og fuglurin Føniks.
Saman við verkinum er drúgv skrá, har Ole lýsir listarligu parafrasuna, readymade hjá Kluge eftir Duchamp, og at enda er høvið hjá teim vitjandi at – haldið tykkum fast – keypa eitt markað og signerað petti av burturkastaða og nú endurnýtta Bládýpinum, sum var tað Berlinmúrurin. Mest øsandi listarliga kjakevni í landinum fæst nú fyri eina krónu grammið. So er spælt út og spurningurin er, um nakar bjóðar hægri, við síðuna av ella lægri.
Ikki sørt provokerandi, men samstundis ein spurningur til verkið sjálvt, uppruna, endurnýtslu og livandi kjakið í listarliga umhvørvinum. Ikki minst nú Norrøna sigur seg skipa fyri EM og Norðurlandahúsið fyri Paul McCartney-konsert. Ready or not, spyrst, so livst, tað er vist.
Summargluggin stendur opin til 1. juli