Skip to main content

Mentan upp í røkur



Nú stundar til Mentanarnátt í høvuðsstaðnum, Eystanstevnu á Skálafjørðinum, Country- og Bluesfestival í Sørvági og Bilastevnu í Trongsvági. Alt um somu tíð. Løgið, sum vit mangla fólk við logistiskum sansi, so eitt sindur av breidd til flest fæst burturúr. Men nei, her rennur alt saman.

Taka vit Havnina, so er tað serliga margháttligt við logistikkinum har.

Beint sum áhugað fólk í Sørvági høvdu sagt frá um eina tónleikastevnu har í bygdini, so skipaði høvuðsstaðurin fyri eini meinlíkari. Og nú sørvingar lata dyrnar upp fyri fráboðaðu stevnuni, so flytir høvuðsstaðarkommunan ársins Mentanarnátt eina viku út, til nett sama dag. Samtyktin um Mentanarnáttina í Tórshavnar kommunu sigur, at tiltakið er fyrsta fríggjadag í juni, sum var í farnu viku.

Í morgun var summarmorgun í almenna Útvarpinum og samstundis var summarmorgun í privata Miðlahúsinum. Seinna støðin var ikki verri. Og mín sann, bar postmaðurin mær tvey Vikubløð í sama pakka í kvøld. Annað ókeypis vikublaðið æt Dimmalætting, men hitt var nógv betri, bæði í innhaldi og uppseting.

Í dag er tað fínasta slag at Býarbussarnir koyra við svenskum flaggi. Men í gjár var tað ikki í ordan, at somu bussar koyrdu við donskum flaggi. Vit hava altíð tvær bøkur at lesa í.

Kanska er tað eitt serføroyskt dynamiskt lyndi av management slagnum, sum krevur at vit altíð er í stríði við okkum sjálvi. Hjá føroyinginum er tað stríðið inneftir, ið far okkum frameftir. Kanska er tað so. Sum føroyingur kenni eg ikki til annað. Og kanska er tað tí, vit eru komin so stutt, hóast vøllurin er longdur.

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum er komin á vøllin, sama er í Steinprenti á Skálatrøð, myndlistarlig rundvísing er aftur á Tryggingini, men enn er skráin fyri Várframsýningina, sum Føroysk Myndlistafólk skipa fyri í Listaskálanum, ikki rópt í hátalaranum. Tá verður kanska neyðugt við enn longri listarligari lendingarbreyt. Haldi eg fari við bussssi til Sørvágs, har grasið aldar og vargar eru kúrrir.