Var tað Johnny Cash, sum gjørdi tað? Grasiøst at grána við stíli og syngja, so hvørt ørindi ber boð um eitt knortlut lív, har tað uttan peningaligar spekulatiónir verður sungið úr nýggjum bókum, meinlikar fúnaðum sálmabókum, har yrkjarar heldur eita Cave enn Kingo, og gerontinski sangurin gellir, sum var tað seinasta ferðin innan ferjumaðurin tendrar The Mercy Seat?
Ikki veit eg, men her er ein nýggjur stílur, sum hevur tikið seg upp. Sangarar, ið eldast við virðing. Fyrr drukku teir seg í hel, nú vilja teir liva og syngja um eitt langt lív. Eisini sangir hjá øðrum blaðungum yrkjarum. Við lívsklókari, og ikki altíð so sterkari og reinari rødd. Undurbært.
Tom Jones, sum sæst omanfyri og í hesum døgum fyllir 73, gevur út "Spirit in the Room" og byrjar við at staðfesta
Well my friends are gone and my hair is grey.
Orðini eru úr Tower of Songs hjá 77 ára gamla Leonard Cohen, sum Tom Jones messar, hugtakandi einfalt, og loyvir sær at tillaga í einari reglu. Cohen er sjálvur aktuellur við útgávuni "Old Ideas".
Patti Smith, omanfyri, er nøkur ár yngri, hon er 65, men er yngri enn nakrantíð. Ella í hvussu er ikki eldri enn eg minnist hana á plátu í sjeytiárunum. Eisini hon hevur sett sær fyri at bera fram messur, egnar messur um Andrej Tarkovsky og Amy Winehouse, men endar við klassikaranum hjá 66 ára gamla Neil Young, After the Gold Rush við barnakóri, sum flytir sangin til okkara dagar, so tey í niðurlagnum syngja 'Look at Mother Nature in the Twenty First Century'.
Og so er tað faðirin at larmi og lyrikki, Neil Young sjálvur. Eisini hann er aktuellur við útgávuni "Americana", har gamli bólkurin Crazy Horse spælir undir. Ein rúgva av gittarlarmi úr punkhevdini, men inn í millum eru mjúkt slípaðar perlur, sum til dømis Wayfarin’ Stranger og eitt barnakór, sum syngur undir í bretska tjóðsanginum God Save the Queen.
Paul Simon, sum er farin um tey 70, er enn frammi við góðum nýggjum sangum, hann sjálvur hevur skrivað, so sum Questions for the Angels á fløguni "So Beautiful or So What". Eitt savn av nýskrivaðum sangum, sum vísir aftur til styrkina í perlum sum Sound of Silence og at hann enn megnar at kroysta góðar yrkingar niður í plátufoyruna. Takk og lov.
Aldursforsetin í hesum føri er Willie Nelson. 79 ára gamal er hann frammi við nýggjari fløgu "Heroes". Hon er hvørki verri ella betri enn allar hinar, men javnt góð til dagin og vegin. Og hatta við vegnum er ikki uttan týdning. Flestu av hesum sangum eru vorðnir til við vegnum sum karmi og ýti. Tí verða teir eisini best spældir í einum kraftblokki á vegnum.
Á plátu eldast tey øll grasiøst. Tað er so vist og satt.