Skip to main content

At finna Nebbafisk




Fríggjakvøldið fyri ólavsøku bjóðaðu Kate Sanderson og Carl Johan Jensen til eina væl kryddaða grýtu við nebbafiski, fin whale á enskum. Í september flyta tey til Bruxelles, har Kate verður føroysk sendikvinna. Vit sótu til borðs við Matthew Workman, journalisti úr Oregon, og Mike Day, filmsleikstjóri úr Skotlandi. Báðir hava verið her fýra ferðir og savnað tilfar, sum lýsir Føroyar og føroyingar á ein spennandi hátt. Amerikanski Matthew við podcast sendingum á netinum, virðislønta the Faroese podcast, og skotski Mike er her at savna tilfar til ein heimildarfilm við spælifilmslongd um grindadráp. Sama leist hevur hann brúkt í filmi um súluveiðu á Hebridunum, The Guga Hunters. Nýliga hevur hann sýnt henda film í New York og komandi filmurin um grindadráp verður helst frumsýndur í Evropa í Amsterdam næsta ár, og í Amerika á Sundance Film Festival árið eftir. Spennandi grýta og spennandi fólk.