Í næstu húsum, nýklødd við svørtum bylgjuplátum, fram við trappunum oman á Frúutrøð, hevur arkitekturin Robert Thomassen gjørt býarinnar ljótastu fasadu til eitt steyrrætt listaverk, ið skoðar yvir allan býin. Spennandi.
Grafikarin Marius Olsen er niðri í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram saman við finsku Ilona Raipala. Uttan iva er Marius okkara so nógv besti grafiski listamaður.
Í næstu hølum, teim søguligu hjá Öström, har skipar felagsskapurin LGBT fyri lista- og vísindaframsýning við spyrjandi heitinum Hvat er natúrligt? Millum fyrilestrarnar og listarligu avrikini er Aggi Ásgeirsdóttir, sum hevur gjørt eina stuttliga parafrasu yvir hestamynd hjá William Heinesen.
Í Smiðjuni í Lítluvík sýnir Kári Svensson fram og aftantil í hølunum sýnir dótturin, Ásla Rannvá Svensson, fram armbond í klárum litum. Legg til merkis tattoveringina á arminum.
Oman gjøgnum Krókabrekkuna koma vit á tal við suðroyingar, sum eru í heimagjørdum húðaskóm, ella rotuskóm. Við minnismerkið yvir Niels R. Finsen fái eg ein teirra at posera fyri myndatólinum.
Og so bjóðar Hallstein til ein góðan bita á Heimasta Horni. Kjøt, fiskur og tvøst. Ein góður dagur, sum enn bara er hálvrunnin, ella reiðiliga tað. Í Fútalág bíðar grýtan við ræstari súpan.