Skip to main content

Summar í Tórsbyrgi


Leygardagin boðaði nevndin í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi til arbeiðs- og grilldag. Byrjað var við felags morgunmati í Orkulonini kl 10, og so varð málað og arbeitt eftir skránni hjá forkvinnuni, Hallbjørg Lamhauge.

Bogi í Homrum kom við hvítari máling til múrin. Og sum í einum røttum kollektivi málaði Bogi eisini múrin hjá grannunum, ið vóru burtur.

Meðan Bogi málar hvítt, er Sigrún Mohr farin eftir svørtu málingini og tekur alla hjallsrøðina sum fyri er. Her eru knotur í konum.

Anna Dahl er farin í reyða málingablikkið og strýkur eftir plankunum á felagssøkinum. Meðan flestu liftir skifta, hava reytt, svart og hvítt, verið brúktir á felagsøkinum síðani Tórsbyrgi bleiv bygt í 1976.

Heðin Klein metir um hvíta múrin, sum aftur í ár skal hava ein umgang. - Her bindur so illa, sigur Heðin, ið hevur grundað og nú fer at mála hvítt.

Jón Kragesteen og Augusta Mikkelsen hava verið morguntúr við blómukønum fólk. Kveikt av øllum villblómunum eru tey farin at mála gult. Enn gulari enn bilurin. Helst hugsar Augusta um, hvønn litin grannin fer at svara aftur við.


Meta Palle er farin við rívuni at lúka í bedinum aftanfyri Orkulonina. Meta og Bjarni hava selt húsini og nýggj fólk flyta inn í august. Á ólavsøku siga Meta og Bjarni farvæl og flyta til Vedbæk norðanfyri Keypmannahvan at búgva. Aftanfyri húsini í Tórsbyrgi, í brekkuni niðan mótu Láargarði, hevur Meta sett niður eina gunnera plantu, átøk risastórum rabarbum, ið hevur spjatt seg og nú er so stór, at hon kann standa undur teimum.


Vakstrarhúsið hjá Lýtt og Jens Peturi Gaard er nú komið til sín rætt. Tað er gjørt úr vindeygum í gomlu doktarahúsunum hjá Magnussen við Hvítanesvegin, omanfyri studentaskúlan í Hoydølum. Sveittandi rútarnir boða frá, at her eru altskyns krydd og salat, klár at taka til eitt vælbúgvið borð kring grillina í kvøld.


Í blómuteiginum uttanfyri standa prangandi tikaraliljur millum tær føroysku planturnar.

Á parkeringsplássinum er sett ein bingja at koyra rusk og avfall í. Við so nógvum bilum, sum eru í Tórsbyrgi, hópa dekkini, við og uttan píkar, seg upp í øllum støddum.


Hjallurin hjá Gutta Joensen er eitt sindur árendur, bæði á ein og annan hátt. Øll hesi árini hava mangir bilar káva framvið og onkur beinleiðis rent á hjallshornið. Í vikuni var tað mín bilur, ið stóð fyri tørni. Ikki er lætt at lakkera svart og gardinurnar síggjast skilliga aftur í spenglingini av gula bilinum hjá Jón og Augustu.


Gutti Joensen hevur verið álitið, tá gomlu ketlarnir í hitamiðstøðin vórðu skiftir og góvu rúm fyri nýggjum felagsrúmi, sum í navnakapping fekk heitið Orkulonin. Tað gongur framá og nú hevur Gutti sett komfýrin til.


Bjarnvarður í Dali er aktivur limur í Tórshavnar Golfklubba, sum hevur vøll á Glyvursnesi. Nú eru fyrstu tvey golfholini gjørd á Tórsbyrgi. Eg fylgdi við, meðan Bjarnvarður boraði holini og sett golfkúlufangaran niðurí. Alt hevur sína byrjan. Nú mangla bara hini sekstan holini.






Um nátturatíð verður fest í grillina og hvørt einstakt húski í Tórsbyrgi leggur kjøt á. Onkur kemur við einum lambsbógvi, onnur við wienarapylsum, donskum hakkibúffi og vælskornum sneiðum av kálvakjøti. Høgni í Stórustovu, Hans Jákup Hermanssen, Jens Petur Gaard, Eyðun Jacobsen og Guðrun Gaard, Lýtt, standa heit við kollektivu grillina.





Og so er bert eftir at seta seg afturá, njóta løtuna og ikki minst heita bitan á borðinum, borðreiddur undir opnum summarhimni í Tórsbyrgi, nú vit leggja lok á enn ein góðan og kollektivan arbeiðsdag.