Skip to main content

Reyði Krossur landsinnsavning


Í dag, fyrsta leygardag í oktober, er landsinnsavning í Reyða Krossi. Journalisturin Kári Mikkelsen kom á dyrnar og fekk eitt oyra í reyðu bússuna. Peningurin, ið Reyði Krossur savnar inn í dag fer til neyðstødd í Vesturafrika. Í fjør savnaði felagsskapurin inn til hungursrakt í Eysturafrika.

- Hungursvannlukkan, ið rakti Eysturafrika í 2011, kundi veri munandi minnið umfatandi, hevði verðinssamfelagið hjálpt nakað fyrr, sigur heimasíðan hjá Reyða Krossi í Føroyum og leggur afturat at umráðandi er at læra av hesum, og hjálpa Vesturafrika áðrenn hungursvannlukkan grípur enn meira um seg.

Boðini frá Reyða Krossi í dag til húskini kring landið eru, at hava reiðan pening kláran, tá innsavnarar koma á dyrnar. Eisini ber til at stuðla umvegis heimasíðuna ella við at ringja á tlf 905656 og stuðla við hundrað krónum, ella at stuðla umvegis peningastovnarnar.

Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Reyði Krossur í Føroyum varð stovnaður 2. apríl 1926.