Skip to main content

Ruddingardagur


Í dag var ruddingar- og arbeiðsdagur í Tórsbyrgi. Byrjað var í Orkulonini við morgunmati klokkan 10 og so varð stungið út í kortið, hvat gerast skuldi. Umframt at rudda og hampa um, hava fleiri í Tórsbyrgi eisini annað at hugsa um í hesum døgum. Heðin, ið omanfyri er avmyndaður við kusti við dyrnar til Tórsbyrgi 8, fer fyrsta dagin at geva út eitt nýtt savn við egnum og týddum yrkingum, ið telur útvið hundrað síður. Sigrún, ið sæst niðanfyri, er avmynda við rívu aftanfyri hitamiðstøðina, har hon rakar og snøggar kantarnar. Týsdagin 13. november er hon valevni hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Havn.


Hanus lúkar og klippir runnar frammfyri Tórsbyrgi 18 og í grønu lagdini aftanfyri hitamiðstøðina undir Lágargarði. Sólin skínir men lotið er kalt.


Gunnar hevur nokk at síggja til rundan um húsini í Tórsbyrgi 2, har klædningur, vindeygu og tekja eru skift út, umframt at loftið er lyft upp, eftir øllum forskriftum, so sum arkitekturin, Gunnar Hoydal, hevur ásett í eini prinsippskitsu fyri mongum árum síðani.