Undir heitinum Í valdi málningsins verður í kvøld kl 19:30 samrøða um Thomas Arge (1942-1978) í Listasavni Føroya. Tað er í sambandi við, at 70 ár eru liðin síðan listamaðurin var borin í heim. Bárður Jákupsson, listamaður, og Nils Ohrt, savnsleiðari, skipa fyri. Fyrireikararnir siga at øll eru vælkomin og tað er ókeypis atgongd. Omanfyri sæst málningurin Salka Valka og niðanfyri sæst ein málningur hjá Tommy Arge av Kongabrúnni frá 1965. Niðast síggjast perman á bók, sum Bárður Jákupsson skrivaði um listamannin í 1998 og frímerki hjá Postverkinum frá 1973.