Skip to main content

Rætturin til okkara egna land


Mánadagin vitjaði Kári P. Højgaard, landstýrismaður í Námi at síggja Føroyakortið, sum sæst á vegginum omanfyri. Vitjanin, sum var heilt óformell, bygdi á tann veruleika at Rói Højgaard á Føroya Dátusavni hevur teknað eitt nýtt talgilt Føroyakort fyri Nám. Kortið, sum er í litum, er teknað í 56 løgum og fer at síggjast á 12 síðum í prentaða skúlaatlasinum. Tað sjáldsama er tó, at topografisk landakort av hesum slag, eru ikki yvirtikin mál. Vit kunnu siga, at okkara egna land er ikki tikið heim. Tí er eingin stovnur ella skrivstova, sum av røttum eigur eitt Føroyakort, sum vit kunnu brúka í okkara egnu bókum í okkara egnu skúlum. Tað er á sama hátt, sum við Bíbliuni hjá Dahl og Viderø. Higartil hevur eingin flokkur ella politikari víst hesum máli áhuga. Eingin hevur hildið, at Føroyar eiga at vera í Føroyum. Úrslitið er at Føroyakortið enn liggur í Keypmannahavn hjá Kort- og Matrikelstyrelsen, sum eigur Føroyakortið við húð og hár. Tað er tó í besta samskifti við henda danska stovnin, sum bara bíðar eftir at føroyingar taka seg saman, at nýggja Føroyakortið er teknað. Nú vóna vit at politiska skipanin loftar málinum, so vit kunnu fáa rættin til at tekna okkara egna land á egnum klettum. Heima. Og hvør veit, kanska kunnu vit tá byggja upp eitt talgilt savn við øllum hugsandi tænastum til skúlanæmingar, útróðarmenn, fjallaklintrarar og ferðafólk. Enn er einasta lógliga Føroyakort hjá Kort- og Matrikelstyrelsen ikki talgilt, men ein fløt Tiff-fíla við raster og øllum forniskum, sum færri og færri duga at lesa og rætta. Yvir einum óformellum kaffikoppi hevur Kári P. Højgaard sum hin fyrsti politikari sýnt málinum áhuga.