Trivnaðarnevndin í Skopun boðar frá, at komandi fríggjakvøld, 11. januar kl 20:00, verður Gamla Dansistovan í Skopun karmur um eina hugnaløtu, har Sakaris Stórá verður heiðraður. Tað er Trivnaðarnevndin í Skopunar Kommunu, sum hevur tikið stig til og fyriskipar løtuna.
Sakaris Stórá er Skopuningur, og hevur yrki sum filmleikstjóri. Í desember 2012 skrivaði Sakaris Føroyska filmsøgu. Hetta gjørdi hann við at vinna allarfyrstu almennu føroysku filmvirðisløn, sum hevur verið latin, við stuttfilminum Summarnátt, ið allur var gjørdur á Sandoynni. Virðislønin eitur Geytin, uppkallað eftir einum manni, sum varð nevndur Geytin. Hesin maður ferðaðist kring oyggjarnar við filmum, sum hann so vísti í ymiskum bygdum. Hetta var langt áðrenn fólk fingu sjónvarp. Mangan var Geytin í Skopun og sýndi film, og oftani var trongligt í Dansistovuni. Tí er tað ikki av tilvild, at júst Dansistovan er vald til at vera karmur um at heiðra Sakaris Stórá.
Sakaris hevur nomið sær filmlistarliga útbúgving í Noregi. Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttanfyri Kristiansand, síðan helt hann fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Endaligi fráfaringarfilmur hansara á seinna skúlanum var Passasjeren. Á sama skúla hevur Sakaris fyrr gjørt stuttfilmin Ikaros.
Í 2010 vann stuttfilmurin Passasjeren hjá Sakaris heiðursløn á filmfestivali í Reykjavík í bólkinum ”Besti stuttfilmur hjá einum nýggjum leikstjóra”. Nevnast kann, at á hesi filmsstevnu vóru 140 filmar úr 29 londum sýndir. Árið eftir, í 2011, fekk Sakaris serstøku virðislønina, Mentanarvirðisløn Landsins, sum hetta árið var givin til ungt listarfólk.
Verið vælmøtt í Dansistovuni fríggjakvøldið, 11. januar, klokkan 20:00
Tíðindaskriv