Skip to main content

Fokus á foto

Bergur I. Johansen er ein av teim tólv limunum í Myndafelagnum Fokus, sum sýna fram í hesum døgum í Smiðjuni í Lítluvík. Tey lótu upp í gjár og opið er til og við týsdagin, frá klokkan 14 til 18. Seinrapartin í dag sat 24 ára gamli argjamaðurin vakt. Hann hevur gingið á Tekniska Skúla í Klaksvík, arbeiðir sum avskipari hjá Bakkafrost í Kollafirði og fotograferar í frítíðini.



Bergur, sum er millum teir yngstu í felagnum, hevur eitt Nikon kamera við á framsýningini. Við hesum kamera tók hann myndina av Bøsdalafossi við tráðútloysara í 38 sekund.


Her er nógv ymisk tøkni og skiftandi myndaevni, nær og fjar, úr øllum landinum. Her er norðlýsið av Viðareiði og eyðkenda Kingoljósið úr skíggjunum og niður millum oyggjarnar. Millum tey mest spennandi myndaevnini er uppstillaða ervamyndin hjá Jógvani Horn av Sandi, har ein rúgva av litum í troyggjuni hjá smádronginum verða undirspældir í tí svart hvíta, meðan smábilarnir eru savnaðir út eftir gólvinum. Eina myndin hjá Mortani Mortensen tikin úr Svanga ella har á leið, vísir ótrúligar smálutir, sum aftur vitna um góða útgerð. Hetta er fyrsta framsýning hjá felagnum Fokus, sum heldur til í eini stovu í gamla Argja skúla. Har skipa tey fyri fotoferðum kring landið, og hittast til fotoprát at læra um myndatøku og myndaviðgerð. Spennandi felag!