Skip to main content

Til ytstu skapandi mørk


Samrøða úr Dimmalætting fyri sjey árum síðani, í februar 2006: Tað var listin hjá Tróndi Paturssyni, ið elvdi til, at eg bleiv myndamaður, sigur Bárður Eklund. Eg dugi ikki at mála á lørift, men hansara royndir uttanlands góvu mær dirvi at leita upp míni ytstu skapandi mørk

Samrøða
Birgir Kruse


Eklundnavnið kom til Føroya við langabbanum úr Svøríki, sigur Bárður, ið er myndablaðmaður við stórum virðislønum. Beint komin úr Missouri í USA, har hann í sjey mánaðir hevur verið gestalærari, er hann ávegis til Keypmannahavnar, har hann arbeiðir free lance og selur myndir, ið hava nátt forsíðunum á BT, Berlingske Tidende, Weekend Avísini og Le Figaro.

Í bløðunum havi eg varnast fleiri ungar menn, sum taka framúr góðar myndir. Hví er tað so?

- Eitt boð kundi verið, at hóast Føroyar eru smáar, so er mentanarliga umhvørvið skapandi á øllum økjum, og so eru fleiri møguleikar at stilla út, sigur Bárður og slær fast, at sjálvandi liva ikki øll av listini, men bara tað, at áhugin fyri mentanini millum fólk er so stórur, og at so mong arbeiða við mentan í frítíðini, ger, at hóast grundarlagið er lítið, so blómar tað millum fólk. Gongst tað onkrum væl, so gleðast hini, og vit fáa eina góða ringrás, so onnur fáa dirvi, og sum frálíður eru fleiri, sum bara kasta seg út í tað, og summi, ið megna at liva av tí, sigur ein fegin Bárður og gerst persónligur. - Á henda hátt bleiv eg ávirkaður av Trónda Paturssyni. Tað var hansara list, sum seinni elvdi til, at eg bleiv myndamaður. Eg dugi ikki at mála á lørift, men hansara royndir uttanlands, góvu mær dirvi at leita upp míni ytstu skapandi mørk, sigur Bárður.

Barnaárini og tekningar

So langt Bárður kann minnast, hevur hann verið ein skapandi sál. Frá málningi og grafikki yvir filmsgerð til tónleik. - Eg klipti úr bløðum og avísum í størri rúgvum, enn mínir javnaldrar nakrantíð høvdu av Anders And bløðum og Jumbobókum, sigur Bárður og fortelur um myndamappur hjá pápanum og teknikappingar, systkini høvdu. - Tað galt um skjótast at tekna vakrasta skip, hús, bil ella okkurt annað, sum vit skiftust um at velja. Eg vann ofta, men eg var eisini hin elsti, sigur Bárður, sum fimtan ára gamal gjørdist bitin av at taka myndir. - Eg kendi á mær, at her var nakað, sum eg kundi brúka at fáa mínar hugsanir skipaðar og lagdar fram fyri øðrum, uttan at nakar fekk ilt í eygu ella oyru.

Fyrsta herðaklappið

- Tá eg so kom í studentaskúla í Danmark, valdi eg lærugreinina film og sjónvarp, sigur Bárður, ið metti barnaárini sum so góða barlast, at hann nú kundi gera ein 8 minutta langan stuttfilm. - Filmurin fekk eitt gullmálað VHS videoband í virðisløn, og eg sjálvur fekk rósandi orð frá dómaranum, sum var Lars Kaalund úr “Italiensk for begyndere”. Herðaklappið gjørdi, at eg fór at taka myndir av álvara og valdi hesa yrkisleið, sigur Bárður.

Speglrefleks og ketsjup

Eitt videokamera, sum hann ynskti sær, kostaði ov nógv, og eftir at hava strítt og strevast í einum handli eftir skúlatíð hevði ungi Bárður ráð til tað næstbesta, eitt Canon EOS 500 speglrefleks still myndatól við fleiri linsum. - Men tá hevði eg næstan brúkt hvørt oyra og hevði so dánt ráð til eitt kamar og ketsjup úr Aldi oman á eina grýtu av spagetti, sum var dagsins kostur. Og tað, sum leyp av, fór til hundraðtals filmrullur, sigur Bárður, sum elskaði myndatólið, ið gjørdist fyrsti løgasteinurin á yrkisleiðini.

Samskiftandi myndir

Tveir møguleikar eru at gerast myndafólk, antin innan lýsingavirksemi, ella í blaðmannayrkinum, har tú verður skrivandi pressufotografur. Eins og tey flestu, valdi Bárður tó myndirnar, tí tað er so nógv stuttligari at taka myndir og at spæla við teimum heldur enn við orðum, sigur hann og leggur afturat, at myndablaðmaðurin er útbúgvin til at brúka myndina sum søgukynstur. – Er ein tíðindafundur um eitt umhvørvismál, so skal eg kunna síggja søguna, fara út at taka eina mynd av sjálvum málinum og ikki rúminum, ella teimum, sum har eru. Tað er ikki søgan, og tað hevði eisini fangað lesaran í nógv størri mun enn ein líkasæl arkivmynd úr einum fundarrúmi.

Stóra virðisløn

Fotojournalistlinjan á danska Journalistháskúlanum er í myndaverðini kend sum ein av heimsins bestu og hevur klakt altjóða viðurkend myndafólk. Tá ið útbúgvingin í 2001 hevði rundan føðingardag, valdu tey bestu myndirnar, sum donsk myndablaðfólk høvdu tikið og lótu virðislønina Jubilæums Prisen. - Her var eg so heppin at vera millum tey fáu, sum fingu hesa virðisløn og koma við í eina bók og eina framsýning, meðan eg enn var næmingur, sigur Bárður fegin um at vera nevndur saman við nøvnum sum Tina Harden og Joachim Ladefoged, ið hava vunnið World Press Photo, sum kann metast javnt við Oscarvirðislønina. - Hetta var eitt praktfult herðaklapp, sum eins og hitt fyrra gav mær sjálvsálit og vissu um, at okkurt av tí, sum eg geri, er á rættari leið.

Judy Gringer

Í 2004 varð Bárður Eklund kosin ársins danski portrettfotografur fyri andlitsmynd av Judy Gringer. “Ein skaldslig mynd, ið lýsur sárbæri og samstundis skapar forvitni um eina kvinnu, sum eyðsæð hevur livað eitt lív” segði ein dómari í grundgevingini fyri, at Bárður skuldi vinna. Judy Gringer, sum í dag er 65, var nógv frami í 60’unum, mest sum erotisk filmstjørna. Síðani gekk aftur á hond, og hon rýmdi til USA. Í 2002 hitti hon donsku pressuna og fortaldi fyri fyrstu ferð um lív sítt hesi árini. - Fyrst síggja vit eina vakra kvinnu, men hyggja vit nærri, sæst slitna og foyruta húðin, sum vísir, at hon veruliga hevur livað lívið, sigur Bárður. - Tí valdi eg at brúka eitt slitið russiskt HOLGA filmkamera, sum gav eitt grovkornað úrslit, sum passaði akkurát til søguna. Vanliga brúki eg talgilda tøkni, men ofta gerst tað ov glansut, sigur Bárður.

Johnny Bredahl

Ein onnur kend andlitsmynd hjá Bárði er av einum knústum boksara, Johnny Bredahl, 24 tímar eftir at hann bleiv heimsmeistari. - Hesa myndina eri eg serliga fegin um, sigur Bárður, tí, at tað eru júst 24 tímar eftir dystin, og tú sært tey djúptmyrku sárini, og hvussu uppsvølpaður hann er. Samstundis sum hann sær so píndur út, er hann sigursharrin, ja onkur hevur sagt, at hann næstan líkst einum Jesusi, akkurát tikin niður av krossinum.

Aftur um fasaduna

Sum myndamaður fært tú høvi at møta nógvum áhugaverdum fólkum á spennandi støðum, Helenu Kristensen í Fraklandi, Isabellu Kristensen í Monako, bretska soulsangaranum Craig David og James Hetfield í Metallica. - Tey kendu eru løtt at avmynda, tí tey eru so von við tað og vita, hvussu tey skulu posera, standa fyri fotografinum, og hvussu tey skulu halda fasaduni. Avbjóðingin er at koma aftur um fasaduna, sigur Bárður. - Tekur man eina andlitsmynd, sum bara vísir eina fasadu, sum øll kenna og ikki vísir nakað nýtt, so blívur tað keðiligt at avmynda kend fólk.

Eivør í Bláa Lóninum

Millum tær andlitsmyndir, sum eg eri framúr væl nøgdur við, eru tær, eg tók av Eivør í Bláa Lóni í Íslandi. Onkur kreativur grafikari hevði fingið tað hugskot, at myndirnar skuldu takast inni, og tær skuldu vera beint eftir hansara uppskrift. Við øðrum orðum skuldi eg vera skapandi, men tó fastlæstur, sigur Bárður, sum tók myndirnar, men var alt annað enn nøgdur. - Tí skeyt eg upp, at vit fóru í Blá Lónið, hóast eg visti, at tey longu høvdu fingið bíløgdu myndina. So sótu vit har við høvdunum uppundan í tí rúkandi Bláa Lóninum í klæðum og við hundraðtúsundum í virðum av myndaútgerð, sum fyri alt í verðini ikki mátti blíva vát. Tað var ein avbjóðing, sigur ein vælhýrdur Bárður. - Eisini tí, at meðan Eivør var úti í hitanum, so skuldi hon av og á, berføtt, ganga á ísakøldu, hvøssu og hálu steinunum uttan um Lónna, so eg kundi taka myndir úr ymsum vinklum. Eftir fýra stravnar tímar var Bárður nøgdur. - Myndirnar úr Blá Lóninum gjørdust akkurát tann ímyndin, eg hevði av Eivør. Tí haldi eg, at tað er ein stórur heiður, at just hesar myndir av Eivør eru tiknar við í nýggju føroysku lesibókina “Les 1”, har stór myndlistafólk sum Ingálvur av Reyni, eru við.

Russisk myndatól

- Nú hava øll taldgild myndatól, eisini eg, sigur Bárður og heldur fram eitt Canon 1D Mark II, sum kostaði meiri enn 30.000 krónur fyri tveimum árum síðani. Men sum tað er við allari tøkni, so verður hon bíligari við tíðini, og tú fært meiri og meiri fyri pengarnar. Tað er tó ikki alt um at gera, hvussu stórt myndatólið er. - Canon-tólið er millum tey allar bestu á marknaðinum, men tað er ikki tólið sjálvt, ið tekur tær góðu myndirnar. Tað er persónurin aftanfyri, sigur Bárður og leggur afturat, at tú kanst keypa so nógva dýra útgerð, sum tú vilt, men um tú ikki dugir at taka myndir, so kann eitt dýrtkeypt kamera ikki gera tað fyri teg. - Sjálvur vann eg Ársins portrett virðisløn fyri eina mynd, eg tók við einum russiskum Holga plastikk tólið, sum kostaði minni enn hundrað krónur. Og tá vóru eisini tvær filmsrullir við. So tað er ikki sjálvt myndatólið, tað velst um, men hvussu tú brúkar tað, sigur Bárður, ið oftast brúkar dýrara myndatólið. - Millum annað tá eg skal gera háupploysiligar lýsingamyndir. Men mær dámar eisini at royna meg við avgamlari Polaroidútgerð, bíligum eingangs tólum og so eitt annað russiskt myndatól, sum eitir LOMO, og eisini er úr plastikki, er ótætt og má klistrast aftur við eini rullu, sum fylgir við í keypinum. Linsan, sum eisini er úr plastikki, kann ikki stilla klárt og alt brotnar lættligani. Men tað er stuttligt at brúka LOMO, tí tú aldri veitst, um myndin verður akkurát soleiðis, sum tú sást hana, tá tú trýsti á knøttin, tí falska ljósið gevur skeivar og sløraðar litir. Og so kann tað taka fýra myndir í einum. Prísurin er niðan fyri tveyhundrað krónur.

Svikafullar myndir

Eins og onnur myndafólk má Bárður sanna, at teldan hevur avloyst myrkakamarið. - Í dag kunnu vit arbeiða annarleiðis nærlagt við myndunum, broyta eygnalit og tillaga baksýnið, so alt passar kompositoriskt. Í heila takið eru í dag betri møguleikar at gera vakrari myndir og at viðgera myndina, so hon verður annarleiðis enn veruleikin, sigur Bárður ávarandi við eini søgu úr USA. - Undir einum valdysti hevði onkur stolið eina mynd av fólkum, ið glað savnaðust um eitt væleydnað umhvøristiltak. Uttan at spyrja myndamannin “lánti” eitt republikanskt valevni myndina við teim glaðu og álitisvekjandi fólkunum og setti eina andlitsmynd av sær sjálvum uppá. Myndin, sum var fantastisk, vísti nú, at komandi politikarin var so vælumtóktur, at hann fekk fólk at rópa av gleði. Men hetta var jú ikki veruleikin, sigur ein ørkymlaður Bárður. - Henda vaksandi manipulatión við myndum er vandamikil, og pressan er noydd at halda eitt vakið eygað og ansa væl eftir, hvørjar myndir verða góðtiknar og prentaðar, sigur Bárður, sum má sanna, at myndaviðgerð av hesum slagi er ikki nakað nýtt. - Eitt dømi er Lenin, ið var tiltikin fyri sítt framúr hegni at viðgera myndir í propagandaherferðum og síðani lata sovjettisku statspressuni tær, so svikafullu myndirnar kundu prentast. Møguleikin er har, sigur Bárður. - Men eg haldi, at tey eru fá, ið fáa loyvi at útinna hann. Tað er ein av okkara framtíðar uppgávum at berjast í móti.

FAKTA:
Bárður Eklund:
Føddur: Tórshavn 10. apríl 1976
Bústaður: Keypmannahavn
Útbúgving: myndablaðmaður (2005), listamyndamaður (2000)
Myndatól: Canon 1D Mark II, HOLGA, LOMO, Polaroid
Virðislønir: 2001, 2004
Starv: free lance myndamaður

Samrøða í Dimmalætting 2006