Onkur sigur at tað var bretski orðasnillingurin Samuel Johnson (1709-1784), sum segði, at vegurin til helvitis er lagdur við ongum øðrum enn teim bestu ætlanum, ella á enskum The road to hell is paved with good intentions. Enn snildari orðasnillingar siga, at um Dr. Johnson yvirhøvur hevur sagt soleiðis, so hevði hann tað úr øðrum tungusnildum. Í 1670 skal bretski náttúrugranskarin John Ray hava sagt, at Hell is paved with good intentions, og langt undan honum skal hin heilagi Bernard úr Clairvaux (1091-1153) hava sagt at L'enfer est plein de bonnes volontés et désirs, Helviti er lagt við tráan og teim bestu ætlanum.
Hvussu sjálv farleiðin, vegurin, gjørdist partur av hesi fornisku aforismu um bygnaðin í helviti, er ilt at siga. Men frá rundkoyringini á Karlamagnusarbreyt og oman til Føroya nýggjastu kirkju, Hoyvíkskirkju, er gøtan løgd við 79 dekslum. Tá eru tey fýrakantaðu frárenslini í báðum borðum ikki tald við. Um so leiðin er í kirkju ella til tað Freudianska, sum undir býr, kenst tað ikki gott at koyra eftir so knortlutum vegi, sum hesum. Ímeðan tendri eg fyri Randy Travis, sum í fongsilssanginum Good Intentions syngur fyri mammuni 'And I hear tell the road to hell is paved with good intensions' (1987). Og tá eg standi á Karlamagnusarbreyt í lágari vetrarsól, koma mær til hugs orðini hjá týska arkitektinum Mies van der Rohe God is in the detail. Helst hevði hann orðini frá einum øðrum týskara, søgugranskaranum Warburg. Well, less is more. Eisini á hesari breyt í hvassari sól. Starvsfelagin Pól tók niðastu myndina í morgun. Hon talar fyri seg. Hvørki meir ella minni.