‘Tað var ikki í mínum tonkum at verða týddur og raka ein fremmandan marknað,’ segði Bárður Oskarsson (f.1972) í samrøðu í Frankfurt í 2011, tá hann hevði ensku týðingini av bókini Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2004, í hondini. ‘Mín ætlan var heldur ikki at gera eina avgjørt føroyska barnabók, men heldur eina bók, sum bjóðaði føroysku barnabókini av, tað vil siga at barnabókin í sniði og innihaldi, talar til eitt ávíst øki, sum kann vera Føroyar, men tó ikki er bundin at Føroyum. Barnabøkur eru ofta so lokalar og nema við viðurskifti sum tað kenda og trygga. Eg gangi eftir einum breiðari máli í mínum bókum, har vit eru leys av mentan og búskapi og bindingum til samfelagið, men vil heldur raka hitt einstaka menniskjað. Tí skal søgan vera einføld, bæði í teksti og tekningum.’ Henda føroyska barnabókin var hin fyrsta at koma í White Raven bókalistan hjá lektørum í Munchen í 2006 við hesum teksti:
Nýggjasta barnabókin hjá Bárði er Stríðið um tað góða grasið (Bókadeild Føroya Lærarafelags 2012), ið nú er komin í nýggjasta White Raven bókalistan (2013), sum í ár fevnir um 250 bøkur úr 50 londum á 30 málum, sum týsku lektørarnir vísa serligan áhuga við hesum orðum:
172
Oskarsson, Barður (text/illus.)
Stríðið um tað gòða grasið (The quarrel over the good grass)
[Tórshavn]: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2012 – 33 p.
ISBN 978-99918-74-37-1
Quarrel – Tolerance
In Barður Oskarsson’s newest picture book, dogs and rabbits lock horns. The dogs bother the rabbits because they are bored. The rabbits in turn are annoyed by the dogs’ attacks and especially by their constant relieving themselves right on the rabbits’ lawn, the most beautiful lawn around. So the rabbits shoo the dogs away using a trick: pasted-on teeth make every harmless bunny into a killer rabbit. The rabbits soon notice, however, that their grass is no longer as lush. Perhaps it needs fertiliser? Once again, Barður Oskarsson tells a modern fable about tolerance and getting along together without overt moralising. This succeeds especially well in the pictures, for their bold, fun lines make them quite cartoonish. (Age: 3+)
Til lukku við góða úrslitinum, Bárður!