Skip to main content

Hvør er uppgávan hjá einum journalisti?


Í gjárkvøldið setti eg meg við telduna at hyggja eftir nýggja Deadline prátinum, sum hin skilagóði og dámligi Martin Krasnik hevði við hin pillbýtta og stak ódámliga Lars Hedegaard. Tveir mótsetningar, har úrslitið er givið uppá forhond. Ein vónleys eskapada á niðastu gøtum í Hollywood. Typecasting og spæl fyri gallarínum og einki annað. Eg verið undirhildin, so leingi prátið varar, men eftir prátið eri eg tómliga býttur og illa við.

Prátið tekur støði í eini hending fyri seks vikum síðani, har Krasnik sigur, at Hedegaard sigur seg vera álopnan av einum muslimskum byrsumanni í reyðum postjakka. Eingin hevur sæð hendingina og hvørki loyniløgregla ella onnur øvrigheit veit nakað at siga um hesar pástandir, sum hendu í dagsljósi. Eftir hetta misteinkiliggerandi upplegg verður hyggjarin til mikið undirhald drigin inn í manesjuna og minufeltið hjá Krasnik. Tað er so syndi í hesum vónleysa og verjuleysa manni, sum er ein tíðarvilst fornleivd, at eg kenni støðuna óbehagiliga. Eg vil slettis ikki síggja hetta.

Komi at hugsa um samrøður eg sjálvur havi gjørt. Tá lógu altíð tvey mál fremst fyri: at gesturin kennir seg væl í stólinum framman fyri mikrofonina, og at eg sjálvur megni at fáa gestin at verða tryggan í sínari servitan, sum er sett á skrá. Uppdagi eg, at gesturin ikki lýkur hesar treytir, kemur hann aldri í henda stólin. Tá hevur hann einki at siga umheiminum, rithøvundur ella skrellimaður.

Kom eisini at hugsa um Trónd Vatnhamar, sum fyri jól hevði útvarpssamrøðu við prædikumannin Sjúrð Højgaard. Ein frálík samrøða, tí lurtarin fekk innlit í eitt samtykki millum tann, ið spyr og tann, ið svarar. Virðiligt fyri lurtaran og hann, sum svaraði spurningunum.

Sjónvarpsprátið hjá Krasnik kendi eg ikki sum virðiligt fyri meg sum hyggjara. Her var eingin dialogur, sum gjørdi meg klókari uppá snediga menniskjað Hedegaard.

Einki samskifti er uttan lokabrøgd, eisini kallað manipulatión. Øll hava sínar ætlanir og dagsskráir, duldar ella fjaldar. Hóast tað ikki er nevnt í Grundlógini, siga vit at miðlarnir eru fjórða statsvaldið. Men tann maktin stendur til trúgvandi. Hvønn dag.