Seinrapartin í dag klokkan fýra fór stóra skrúðgongan Faroe Pride til gongu úr Gundadali og oman í miðbýin, eftir gongugøtuni og Vaglinum, og so varð steðgað á Kongabrúnni, har røður og tónleikur vóru undir Skansabrekkuni. Pressan er til staðar frá øllum vinklum og áhugin er stórur. Eiler Fagraklett, fyriskipari og nevndarlimur í LGBT, sigur, at meðan 5000 luttóku í fjør eru minst 6000 fólk í skrúðgonguni í ár.
Felagsskapurin LGBT, sum skipar fyri, sigur at ætlanin er at seta lit á Havnina Tey luttakandi á tiltakinum á Kongabrúnni voru Teitur, Grandma´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, setti Faroe Pride 2013.
Hetta er fjórðu ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. LGBT siga at talan er um árligt tiltak, har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum, siga fyrireikararnir. Millum mongu áskoðararnar í Skansabrekkuni var Heðin Kortensen, borgarstjóri í Havn.