Tá ið tokan lættir av var ein av vælumtóktu sangunum av teimum báðum EP plátunum, ein reyð og ein blá, hjá Sangbrøðrum, sum plátufelagið Hymnofon gav út í Havn fyri meir enn fjøruti árum síðani. Victor Danielsen týddi tekstin hjá Annie Herbret Barker og lagið átti Ira D. Sankey. Onkrar grádagar er einasta troyst at leita í gamla plátusavnið og gera sum Rob Fleming, høvuðspersónurin í Londonsøguni
High Fidelity hjá Nick Hornby frá 1995, sum seinni varð gjørd til film, har øll tilveran verður gjørd upp í plátum. Tokuna hava vit í hvussu er til felags í dag, London og Havnin.
Og meðan vit eru í klassiska singleplátu savninum, lat okum so við sama útsýni taka tvær signeraðar við Summarfestivalaktuella Kim Larsen frá 1971. Hin allar fyrsta við Gasolin', tá teir sungu á enskum, og ein við bólkinum Larsen & Co.
Og at enda er útsýnið til nýggja Kampingplássið úti við Strond sett í perspektiv við coca cola reklamuni hjá Bobby Goldsboro frá 1974
Hello Summertime. Góða ólavsøku!