Skip to main content

Chianti Brava


Úr Firenze fara vit á middegi suðureftir í einum gráum Fiat Brava leigubili frá Europcar. Í GPS'aranum velja vit allar stórar autostradur frá og koyra sostatt bara eftir bygdavegum, ið snara seg upp og niður um heyggjar og fjøll.


Og eftir niðanbrekku kemur ósvitaligt ein omanbrekka, har vit í eina førinum steðga og njóta sýnið yvir heiðarnar í tí fjara, meðan fólk hanga út á snórin og draga heklaðu og broderaðu gardinurnar fyri.



Vit lesa uppá italsku landspartarnar í nýggja heimsatlasinum hjá Námi og koma eftir, at vit skjótt eru 60 kilometur sunnanfyri Firenze, mitt í Toscana.


Vit koma til bygdina Cavriglia, har færri enn 10.000 fólk búgva. Her røkkur eingin GPS'ari, tó hava vit umvegis TripAdvisor fingið frænir um ein bónadagarð, sum ein sonur og pápi hava keypt og endurreist síðani 1990'ini, uttan at vera vínbóndagarður, men tó staðsettur mitt millum vínmarkirnar, sunnast í Chianti. Og so dregur hann á luftina.



Vit fara í Sparmarknaðin í grannabýnum Montevarchi, har 25.000 fólk búgva, og fryntliga viðskerahandilsfólkið, ein ungur maður, leggur okkum lag á, so vit eru gjørd út við tí mesta og besta osti og víni úr øllum økinum, hesar dagar á bygd.




So koyra vit og steðga for først har yviri við bóndagarðin Erboli, ikki Eboli, men Erboli. Sig tað spakuliga, Nataniel. Erboli.


Men grindin er ikki løtt at sleppa inn um. Vit mugu hava fjarstýring, sigur aldrandi garðyrkismaðurin, sum vit seinni uppdaga er sjálvur góðseigarin. Portrið fer jú upp og aftur, sigur hann, sum ein annar Karon og toyggir seg sannførandi inn yvir meg, meðan tey ótolin fotografera úr bíðandi bilinum.


So kemur loysnarmaðurin, sonurin Stefano. Hann er uppsitari fyri pápan, sum keypti bóndagarðin Erboli mitt millum vínmarkirnar, sunnast í Chianti, fyri tjúgu árum síðani.



Stefano, sum er lærari og hevur lisið enskt á lærda háskúlanum í Firenze, sigur frá á tí mest háborna enska eg havi hoyrt, um garðin og økið. Tá ein løta er fráliðin og hann er farin at forvitnast, hvaðani vit eru, vísa vit honum nýggja Vimeofilmin hjá Ferðaráðnum. Hann er púra burtur í filminum. Sigur, at hann er troyttur av bundnari turrari jørð og at honum leingist til frítt vátlendi, júst so, sum Føroyar verða lýstar í filminum. Har kanst tú anda frítt, úti í náttúrini, sigur Stefano og er sannførdur um, at hann vil ferðast til Føroya. Uttanfyri stendur turri italski akurin, og tað er sum fjara føroyska Eivør enn hongur sannførandi í turru luftini.


Stefano greiðir okkum frá, at her koma ongir italskir gestir. Tey fara heldur til lívligu strendurnar, og her koma bara útlendingar, sum eru á gjøgnumferð, helst niðurlendingar, týskarar og fraklendingar, og nú eisini føroyingar, sigur hann og pjøssar nærlagdur um hvørt nikk og prikk á garðinum, sum er umrøddur á TripAdvisor og vísir okkum økið og íbúðina, har vit skulu búgva.


Sólargangurin er sum heima, opin í allar ættir, og hálvrundi svimjihylurin millum akrarnar í Chianti er svalligur frá morgni til myrkurs.


The Room With a View í Erboli bjóðar í kvøld trø, heyggjar og grønar akrar heilt út í tað fjara, burt frá GPS og Far from The Madding Crowd, men tó beint her, úti á bønum undir bláum himni og bremsaðum bili. Ein tíma suður úr Firenze.