Skip to main content

Filmsendikvinna úr Woodstock


Í hesum døgum er Meira Blaustein í Føroyum at tosa um film og filmsgerð á smáum støðum í øllum heiminum. Omanfyri sæst hon saman við Bjørn Kalsø, landstýrismanni í mentamálum, við jólatræið í Norðurlandahúsinum. Meira Blaustein er útlendska umboðið í Geytadómsnevndini, og er ein av fimm, sum í kvøld skal gera av, hvør fær Geytan í 2013. Í fjør var týska Linde Fröhlich frá Nordische Filmtage i Lübeck útlendski dómsnevndarlimurin.


Meira Blaustein nýtti eisini høvið at tosa við Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, um møguleikarnar fyri at tað almenna stuðlar føroyskari filmsgerð, nú tríáraskeiðið hjá Norðurlandahúsinum rennur út og eingin filmsgrunnur enn er í landinum. Poul vissaði Meira um, at útlitini eru góð fyri at Mentunargrunnurin frá og við komandi ári fær eina hóskiliga upphædd, ið verður oyramerkt til filmsgerð. Í hvørjum føri er ætlanin at trý sakkøn fólk viðmæla, tá játtað verður at stuðla filmsverkætlanum.



Á fimtanda ári skipar amerikanska Meira, sum er fødd og uppvaksin i Ísrael, fyri The Woodstock Film Festival. Býurin, sum er í fjallalendi, The Catskill Mountains, gjørdist kendur í 1969, tá Woodstock konsertin varð hildin í hesum øki, 60 míl úr miðbýnum. Í dag man kendasti tónleikastaður í Woodstock vera húsini Big Pink, har The Band og Bob Dylan spældu. Í Big Pink, sum er mitt í lítla býnum, spældi Levon Helm til hann andaðist sjúkur av krabba í fjør, 71 ára gamal. Í dag ber til at hoyra dóttrina syngja og spæla í Big Pink mitt i Woodstock.