Skip to main content

Gunnvá Weber á Blumenbach Stovninum


Eftir ársskiftið er Gunnvá Zachariasen úr Havn sett í starv á danska Blumenbach Stovninum í Keypmannahavn. Heimasíðan upplýsir, at ikki síðan 1974 er nýtt fólk sett í starv á stovninum, sum heldur til við brúnna á Ingerslevsgade 103 í eini pumpustøð við Dybbøljarnbreytina. Twin Peaks hjá David Lynch og Riget hjá Lars von Trier seta seg á nethinnuna, og sum frálíður eisini Jehova Vitni. Og tá eg síggi náttúruvísindaligar savnslutir og uppsløg um beredskabsøvelser i katastrofeberedskab, gerist eg forvitin og spyrji Gunnvá, um hetta er granskingarstovnur ella sjónleikarhús?


- Jú, hetta er sjónleikur, Blumenbach Stovnurin er fiktión, eitt íspunnið univers. Men júst hatta twisti, sum er í spurningum, er fínar greiðir. Fólk mugu gjarna fata Blumenbach sum eitt veruligt institutt, ein granskingardepil til í fyrsta lagi fyrireiking, tilbúgving og yvirlivilsi í framtíðar vanlukkum, sum kunnu beina fyri heiminum, sum vit kenna hann í dag, og í øðrum lagi gransking at byggja upp eitt nýtt samfelag. Blumenbach Instituttið er heitið á leikinum, um vit skulu halda okkum til ein vanligan sjónleikara-optikk. Og undir navninum Ruth Weber, arbeiði eg nú á hesum stovni. Ruth Weber er leikluturin, sum eg spæli. Hon er tilbúgvingarleiðari, stendur fyri evakuering og yvirliving, og er eisini skrivari á stovninum, húsbestýrari og driftsleiðari, sigur Gunnvá og blaðar upp í lívsøguni hjá Ruth Weber.


Hon hevur verið skótaleiðari og síðani frívillig í heimaverndini, hevur verið við í tilbúgvingini, tá stóru ódnirnar herjaðu. Tilbúgvingarstovnurin headhuntaði hana í 2001, hon hevur búð har síðani, veit alt um stovnin, ger reglurnar, er ordansmaktin og hevur lyklarnar til øll rúmini í hesum lítla samfelag. Ruth skoðar heimin við køldum eygum og revsar tey, sum bróta reglurnar.


- Hetta er líkasum útgangsstøði fyri mín karakter, sum alla tíðina fær nýggjar litir og gongur nýggjar leiðir. Vit eru átta, sum øll hava fleiri heiti og funktiónir í einum og sama persóni, tað vil siga at vit skifta ikki leiklutir, sum eru: stovnsleiðarin og stovnarin, kókikonan, fólkalívsfrøðingurin, morfolgurin og læknin, sálarfrøðingurin og terapeuturin, savnsvørurin á deildin fyri mentanararv, og hin útvalda, sum eisini er vaskikona. Og lat meg ikki siga ov nógv, sum avdúkar hetta loyniliga samfelag, Blumenbach Stovnurin.

- Hetta er ikki leikur, sum vit vanliga uppliva og skilja eitt leikverk, har ein greið kontrakt er við áskoðaran, sum kemur inn, ljósið verður sløkt og øll hyggja á pallin, har tey, ið framføra, siga eina kausala søgu, sigur Gunnvá Zachariasen úr Havn, sum nú er mest sum Ruth, Ruth Weber í Keypmannahavn. - Hetta er ein teaturinstallatión, ið er ein samanrenning av leiki, myndlist, rúmi, ljóði og ljósi, ein total og sansalig uppliving, har hvørt parametur hevur sama virði.

- Leikararnir eru 'íbúgvar' og áskoðarnir eru 'ferðandi'. Áskoðarnir ganga runt í installatiónini, júst sum í eini myndlistaframsýning. Leikararnir og karakterirnir á stovninum eru brikkar í einum putlispæli, sum hvør einstakur áskoðari kann leggja og fáa eina persónliga heildarmynd burturúr, uttan at verða útstillaður, men alla tíðina á ferð, har áskoðarin upplivir íbúgvarnar, hoyrir smáar fyrilestrar, upplivir hendingar, sum eru stakvís og í smáum bólkum. Man kann fara út, bara tú sigur tað við meg, Ruth, ella halda á til endan og fáa eitt heildarupplivilsi, tá kvøldið er liðugt. Talan er ikki um vanliga leikgongd, sum vit kenna frá traditionellum leikum við orðum, men kortini eru hendingar, sum kanska, kanska ikki, leiða fram til eitt leiklistarligt hæddarpunkt, eina útloysing og úttóning, lovar húsbestýrarinnan.


- Vit hava ikki nakað handrit, sigur Gunnvá. Tað skapa vit sjálvi, eitt slag av strukturi, umframt tað at vit skapa okkara karakter frá botni, út frá fortreytum, sum leikstjóri og pallstjóri seta út í kortið um hetta univers, og út frá sjálvum rúmunum. Tá vit fara at spæla allan 'leikin', fýra tímar á tamb, frá klokkan sjey til ellivu, so er tað improvisatión úr nøkrum avtalaðum umstøðum, har vit hava eitt avíst innihald og nakrar handlingar, ið verða sum smáar solo'ir, eitt til eitt og interaktivt við áskoðarnar, nakrar monologar og dialogar, sum koma spontant, og nakrar felagshendingar, sum vit beint nú bryggja uppá, og sum helst aldri verða lagdar fastar. Tú kanst koma á vitjan í Blumenbach Stovninum eitt kvøld og fáa eina uppliving, og koma aftur eitt annað kvøld og fáa eina heilt aðra uppliving, sigur Gunnvá, orsaka Ruth Weber.

Umframt átta leikarar eru tey Tue Biering, leikstjóri, Maria C. Rosenkrants, scenugrafur, ein ljóð- og ein ljóssniðgevi og eitt heilt lið av kreativum framleiðslufólki.

- Tað er stuttligt, kaotiskt og kreativt, tí tað hendir so nógv hvønn dag. Tá eg komi til arbeiðis um morgunin er so nógv nýtt hent við rúmunum, og tá eg fari heim eftir drúgvar venjingar, er alt vent á høvdið og vit eru øll endaði á einum heilt nýggjum stað. Tað er superfeitt, og sum sjónleikari er tað ein dreymur, sum er avbjóðandi og krevjandi á ein heilt nýggjan hátt. Tí tað er interaktivt, og áskoðarin er við í leikinum. Longu í annaðkvøld hava vit royndarframførslur við áskoðarum, og aftur fríggjakvøldið, og alla vikuna til frumsýningina, sum verður leygarkvøldið 25. januar. Blumenbach Stovnurin hevur opið fyri gestum fram til 15. februar 2014.

- Hvussu eg fekk starv á Blumenbach Stovninum? Jú, sjónleikarin Gunnvá varð ringd upp av leikstjóranum Tue, sum spurdi “Vil du være med i det her?” Gunnvá segði ja, meðan Ruth Weber, ja, tað er ein heilt onnur søga, sum eg ikki vil avdúka. Men kom og hygg!

Myndirnar, sum Maria Franck tók, eru frá venjingum