Fríggjadagin 21. februar letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kára Svensson upp í Galerie Focus í Lambagerði í Havn. Orsøkin er, at árini 1992 til 2004 høvdu teir tríggir ateliér á hvør sínari hædd í gomlu Bommfabrikkini hjá Restorff mitt í Fransabrekkuni í Havn. Bommfabrikkin var tá fyri langari tíð síðani niðurløgd. - Nú eru tað sostatt tíggju ár síðani teir høvdu ateliér har, og hesi árini hava teir fleiri ferð tosað um eina felags framsýning, sigur Marianna Norðoy í tíðindaskrivi frá Galerie Focus. Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin, er opin til 6. mars. Opið er týsdag til fríggjadag kl 15:00-18:00 og leygardag kl 16:00-18:00, og annars eftir avtalu.