Skip to main content

Sakaris í Teddy práti



Í CineStar Imax á Potsdammer Platz í Berlin hevði sjónvarpsjournalisturin Philipp Schmidt, sett Sakarisi stevnu eftir at Vetrarmorgun var frumsýndur. “Tað er stuttligt at síggja, hvussu eitt altjóða publikum reagerar uppá filmin,” sigur Sakaris. “Philipp, sum lýsir Teddyvirðislønina, hevði sett seg væl inn í filmin. Hann spurdi um alt frá fólkafráflying, dreymin um at flyta til eitt annað land, hvussu vit sum menniskju uppbyggja fasadur í leitanini eftir samleikanum og hvussu endin skuldi skiljast, opin ella afturlatin. Samrøðan gekk væl, persónliga dámdi honum filmin, og hann legði væl til merkis tey tingini, vit høvdu lagt mestu orkuna í, serliga tann gjøgnumgangandi spurningin um samleika,” sigur Sakaris eftir sjónvarpsprátið. Klikk á myndina og hoyr prátið, sum er á enskum og varar 17 minuttir.


“Responsurin uppá filmin var ekstremt góður”, sigur Sakris Stórá úr Berlin. “Vetrarmorgun bleiv sýndur saman við nøkrum øðrum stuttfilmum, sum allir vóru góðir. Men eg haldi at Vetrarmorgun fekk mest applause, og eftir rullitekstin hoyrdi man fólk gráta í salinum. Tað var nokkso kensluborðið. Eg eri altíð so nervøsur til premierur, so eg bæði blundaði og helt fyri oyruni meðan filmurin bleiv sýndur. Tá hann var liðugur, koyrdi eg undir eina damu sum sat við síðuna av mær og spurdi um filmurin var okay. Hon svaraði mær ikki, og eg hugsaði at tað var eitt ringt ting. Men eina løtu aftaná takkaði hon mær fyri ein fantastiskan film. Grundin til at hon ikki svaraði, var at hon sat og græt,” sigur Sakaris, sum her sæst á pallkantinm saman við øðrum leikstjórum, ið greiða frá sínum filmum. Paula Danielsen tók myndina í leikhúsinum Hebbel am Ufer í Berlin.